Útbreiðsla: Gulllaksur er við Nova Scotia og í Davisfirði, undir Íslandi og Føroyum, Írlandi og í norðara parti av Norðsjónum, í Skagerrak og við Svalbarð.
Gulllaksur (gulllaksaættin)
Argentina silus (Ascanius, 1775)
Stødd: Gulllaksur verður í mesta lagi 60 cm langur.
Dýpi: Hann er á djúpum vatni úr 150 m niður á 1400 m. Hann er bæði botnfiskur og uppsjóvarfiskur.
Litur: Gulllaksur er grøn/grá-gulligur um bakið. Síðurnar eru silvurlittar, viðhvørt eitt sindur dimmar, grómutar. Hann er hvítgulur undir búkinum. Óskalaður skyggir hann gyltur og viólbláur.
Lýsing: Kroppurin á gulllaksi er næstan eins breiður og høgur, og í tvørskurði er hann eitt sindur fýrkantaður. Høvdið er rættiliga stórt, hann hevur stutta gron og lítlan kjaft. Eygnatvørmátið er størri enn trantlongdin.
Gulllaksur hevur eina lítla ryggfjøður, ið situr beint framman fyri miðjuna á fiskinum. Ein lítil fitifjøður er afturi á sporlinum. Hann hevur eina lítla gotfjøður, og aftari endi situr mitt undir fitifjøðurini. Búkfjaðrarnar eru beint undir aftara enda á ryggfjøðurini, umleið mitt á kroppinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar, sýldan stert og stóra, leysa roðslu. Eitt sindur agurkukendur, súrligur roykur gongur at honum, tá hann er nýveiddur. Hann líkist nógv streymsild.
Eyðkenni: Gulllaksur kennist frá streymsild á tí, at gulllaksurin hevur um 65-70 roðslur eftir strikuni, streymsildin hevur um 50-54 roðslur eftir strikuni. Eygnatvørmátið og trantalongdin.
Týdningur: Gulllaksur verður veiddur bæði til ídnað og matna.
da. Guldlaks, en: Argentine, fr: Grande argentine, ís: Stóri gulllax, no: Vassild, tý: Goldlachs
GlitfiskarArgentiniformes
Hesin hópurin hevur 6 ættir, 57 slektir og 202 sløg.
Av teimum eru við Føroyar 4 ættir, ið hava 9 slektir og 12 sløg:
- Gulllaksaættin (Argentinidae)
- Blálaksaættin (Microstomatidae)
- Angaættin (Platytroctidae)
- Glámaættin (Alepocephalidae)
Fiskasløgini í hesum hópinum eru tey flestu smá, onkur stór inn ímillum, summi nakað bulmikil og onnur long og kløn. Flestu hava stutta gron og lítlan kjaft. Nøkur hava fitifjøður, onnur ikki.
Litirnir á glitfiskunum eru mest blankir, silvurlittir, gulllittir, brúnir ella svartir. Nakrir hava ljósgøgn. Ein ávísur súrligur luktur gongur at flestum teirra.
Nakrir eru lutvíst í feskum vatni, annars um øll høv.