Útbreiðsla: Háfiðringur er sjáldsamur um okkara leiðir, men er fingin undir Íslandi, í Grønlandi og undir Føroyum. Hann er vanligari suðuri við Kanariuoyggjarnar, Madeira og Asoroyggjarnar. Undir Føroyum er ein fingin í Kalsoyarfirði í 1885, og aftur ein í 1888, men eisini í troli suður av Føroyabanka. Er annars um øll høv, suður á umleið 43°S og norður á 62°30’N.
Háfiðringur (háfjaðraættin)
Alepisaurus ferox Lowe, 1833
Stødd: Háfiðringur verður upp í 215 cm langur.
Dýpi: Benthopelagiskur fiskur. Hann er bæði á djúpum og á grunnum vatni, úr vatnskorpuni niður á 1830 metrar.
Litur: Hann er dimmur um bakið og silvurglitrandi um síðurnar.
Lýsing: Háfiðringur er klænur og langvaksin fiskur. Hægstur við uggafjaðrarnar og mjækkar aftureftir. Ryggfjøðurin er stór og høg, er av nakkanum aftur móti fitifjøðurini. Fitifjøðurin er beint frammanvert klingruna. Gotfjøðurin byrjar undir aftara enda á ryggfjøðurini og kemur aftur undir fitifjøðurina. Uggafjaðrarnar eru langar, og búkfjaðrarnar eru ikki stórar. Hann hevur stóran, sýldan stert, ovara stertafjøður er longri. Høvdið er stutt og mjátt. Kjafturin er beinur og kemur aftur um eyguni. Tenninar eru misjavnt stórar.
Eyðkenni: Klæni og langi fiskurin og tann høga og stóra ryggfjøðurin eyðkenna háfiðring.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Langsnudet skalpelfisk, en: Longnose lancetfish, fr: Lancier longnez, ís: Stóri føldungur Langkjaf tafiskar