Skip to main content

Útbreiðsla: Við Norðurnoreg, í Skagerrak, undir Íslandi og Føroyum, suður við hellingunum á meginlandinum til Marokko. Í norðara og vestara parti av Miðjarðarhavinum, við Madeira og Asoroyggjar. Hon er eisini á bankum og tindum úti í Atlantshavinum.

Havmús (havmúsaættin)
Chimaera monstrosa Linné, 1758

Stødd: Havmús verður upp í 150 cm long.

Dýpi: Hon er úr 100 m niður á 1000 m ella djúpari.

Litur: Havmús er ljósabrún, sprøklut á bakinum. Blonk ella bronsulitt um síðurnar og undir búkinum. Stórir fiskar av djúpum vatni eru kámari á liti, og á heilt djúpum vatni kunnu tær vera mjólkarvatnslittar.

Lýsing: Havmús hevur langan kropp, hon er tjúkkast um uggarnar og búkin, haðani mjækkar hon aftureftir. Nakrar strikur við sansigøgnum eru, serliga um høvdið. Hon hevur lítlan, rundan kjaft.

Havmús hevur ongan stert í vanligari merking, men hevur í staðin ein langan dregil. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er høg og tríhyrnt, og stórur, ramligur píkur er frammanfyri. Píkurin er hægri enn fjøðurin. Hin aftara er long og lág og kemur aftur til ovaru halafjøður. Eitt glopp er ímillum fjaðrarnar. Aftara ryggfjøður er ikki meira enn 1/3 av hæddini á teirri fremru. Havmús hevur stórar uggafjaðrar, ið minna um veingir. Búkfjaðrar eru við gotið. Gotfjøðurin er bert ein viðfáningur aftarlaga á sporlinum, og eitt glopp er millum hana og halafjøðurina.
Kallfiskar hava tvey makingargøgn, eitt hvørjumegin gotið, og ein hvasstentan
vøkstur í enninum.

Eyðkenni: Aftast á sporlinum eru tvey skørð niður í fjaðrarnar, annað undir og hitt yvir, mest sum beint áraka hvørt annað.

Týdningur: Havmús hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Havmus, en: Rabbitfish, fr: Chimére commune, ís: Geirnyt, no: Hågylling, tý: Seeratte

HavmýsChimaeriformes
Í hesum hópinum eru 3 ættir við 6 slektum og 33 sløgum.
Av teimum eru við Føroyar 2 ættir við 4 slektum og 5 sløgum:
Nasahavmúsaættin (Rhinochimaeridae)
Havmúsaættin (Chimaeridae)

Havmýsnar skilja seg frá øðrum bróskfiskum m.a. við at hava eitt kápuskapilsi
uttan á táknunum.

Havmýsnar eru bulmiklar og hava ikki stert. Tær hava tvær ryggfjaðrar. Stóran
pík við fremru ryggfjøðurina. Tær hava ikki roðslu. Kallfiskarnir hava ein flytiligan
og krókskapaðan útvøkstur í enninum.

Havmýsnar liva um øll høv, niður á stór dýpi.