Skip to main content

Útbreiðsla: Hann er av Suðureysturlandinum í Íslandi til Føroya, vestan fyri Írland til Vesturafrika. Við Asoroyggjar, Madeira og eysturstrond USA. Í Kyrrahavinum og Indiahavinum.

Kambhávur (kambhávaættin)
Pseudotriakis microdon Capello, 1868

Stødd: Kambhávur verður upp í 3 metrar til longdar.

Dýpi: Hann er úr 200 m niður á 1500 m.

Litur: Kambhávur er myrkabrúnur ella grábrúnur. Aftara rondin á fjaðrunum er myrkari.

Lýsing: Kambhávur er langur og nakað klænur við fløtum, breiðum høvdi. Hann hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er serliga long og lág og til longdar umleið 22% av heildarlongdini á fiskinum. Ugga-, búk- og gotfjaðrarnar eru meira vanlig stødd. Sterturin er nakað upprendur. Kjafturin er stórur og breiður og er nógv bogin, mest sum í ein hálvboga. Tenninar eru smáar og í fleiri røðum. Í yvirkjaftinum eru smáar, tríkantaðar ’hávatenn’ í minst trimum røðum, og í undirkjaftinum hevur hann rasputenn í fleiri røðum, og tanngarðurin sær út, sum er hann snaraður. Hann hevur eygnalok og stórt andahol aftan fyri eygað, líka langt sum eygað. Hann sæst sjáldan í fiskiskapinum, og er annars lítið kendur.

Eyðkenni: Kambhávur er lættur at kenna á tí longu og lágu ryggfjøðurini, breiða og flata høvdinum og tí rundaða kjaftinum. Hevur bæði gotfjøður og andahol.

Týdningur: Kambhávur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Kamhaj, en: False catshark, fr: Requien à longue dorsale, ís: Kambháfur

EygnalokshávarCarcharhiniformes

Hesin hópurin hevur 8 ættir við um 49 slektum og 224 sløgum.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir, við 6 slektum og 7 sløgum:

  • Reyðhávaættin (Scyliorhinidae)
  • Kambhávaættin (Pseudotriakidae)
  • Slætthávaættin (Triakidae)
  • Bláhávaættin (Carcharinidae)

Hesin er tann talríkasti av hávahópunum.

Eygnalokshávarnir hava fimm táknaop, har tey aftastu eru oman fyri uggafjaðrarnar.

Eina gotfjøður, tvær píkaleysar ryggfjaðrar. Teir hava eygnalok (blinkhinnu), summir bert lutvíst. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Nakrir hava andahol.

Teir liva bæði á djúpum vatni og á grunnum og eru bæði við botnin og uppi í sjónum.