Útbreiðsla: Við Bretagne og vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Føroya og Íslands. Við Hetland til Vesturnoregs, norður við strondini til Svalbarðs. Vestanfyri er hon í Grønlandi og við Labrador til Nova Scotia.
Klingruskøta (skøtuættin)
Rajella fyllae Lütken, 1887
Stødd: Klingruskøta verður í mesta lagi 56 cm long.
Dýpi: Hon er úr 170 m dýpi og djúpari enn 2000 m.
Litur: Á bakinum er klingruskøta grábrún, tykist at hava bláligan ella viólbláan farra. Hon er ljósari um nakkan og út móti ravakantunum. Kámir, myrkir blettir eru ymsastaðni á skivuni. Undir búkinum er hon aloftast gráhvítviólbláflekkut.
Lýsing: Umleið seks stórir píkar eru við innara eygnakant. Ein stórur píkur er aftan fyri hvørt eyga. Stórir píkar eru mitt eftir gronini og aftur á herðarnar. Nógvir stórir og smáir píkar eru mitt eftir bakinum og út á halan. Annars er skivan sett við heilt smáum píkum, kennist hvøss. Dømi um píkar á tveimum 50 cm longum klingruskøtum: á bakinum/halanum 54/69 og 48/110 píkar. Eitt band av smápíkum er viðhvørt á hvørjum rava nakað inn frá kantinum. Halin er um 54% av heildarlongdini, og millum ravaendarnar eru um 53%. Á ungum fiskum er skivan næstan rund og gronin stutt. Á eldri fiskum verða fremru ravakantarnir týðiliga bogaðir inní, og gronin verður longri.
Eyðkenni: Skivan er á stødd við eina pannukøku. Teir rundu ravarnir, nógvu píkarnir og tann langi halin.
Týdningur: Klingruskøta hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Fyllas rokke, en: Round ray, fr: Raie ronde, ís: Pólskata, no: Rundskate, tý: Fyllas Rochen