Skip to main content

Útbreiðsla: Kolskeggi er fingin í Rósugarði á Íslandsrygginum. Annars í Nýfundlandi, í Grønlandsfirði, vestan fyri Írland og Marokko. Í Suðurhøvum sunnan fyri 35°S.

Kolskeggi (ljósfiskaættin) 
Trigonolampa miriceps
Regan & Trewavas, 1930

Stødd: Kolskeggi verður upp í 32 cm langur.

Dýpi: Hann er fingin úr 360 metrum niður á 1860 metrar.

Litur: Hann er svartur.

Teinar: R 18-20; G 18-19.

Lýsing: Kolskeggi er langur og klænur fiskur, tunnvaksin. Hann hevur eina ryggfjøður aftarlaga á bakinum, móti klingruni, eina gotfjøður somu stødd og heldur aftari enn ryggfjøðurin. Búkfjaðrarnar eru mitt á fiskinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar niðast við kápuna og lítlan sýldan stert. Finnan er næstan sum høvdið til longdar, við lítlari trevsu við ljósgagni á endanum. Høvdið er lutfalsliga lítið og eyguni smá. Kjafturin er stórur. Tenninar eru smáar og hvassar. Hann hevur undirbit. Tvey røð av ljósgøgnum eru niðast á síðunum, frá klingruni fram til øsið. Eitt ljósgagn er aftan fyri eygað, eitt sindur avlangt.

Eyðkenni: Ljósgøgnini sita niðast á síðunum og aftan fyri eygað. Síða finnan við trevsuni.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Tre-lys dragekæftfisk, usa: Threelight dragonfish, ís: Kolskeggur