Skip to main content

Útbreiðsla: Lítli kongafiskur er allan vegin fram við norsku strondini suður til Skagerrak, Miðonglands og Írlands, á Rockallbankanum, norður móti Føroyum, undir Føroyum, á Suðurlandinum og Vesturlandinum í Íslandi. Hann sløðist til Grønlands.

Lítli kongafiskur (kongafiskaættin)
Sebastes viviparus Krøyer, 1845

Stødd: Lítli kongafiskur verður upp í einar 35 cm langur, men vanliga liggur hann um 18-25 cm.

Dýpi: Hann er úr 10 metra dýpi niður á 750 metra dýpi, men vanliga grynri enn 300 metrar.

Litur: Hann er reydligur, appilsinlittur um bakið og síðurnar. Hann er nakað ljósari undir búkinum. Oftast hevur hann nakrar myrkar, óregluligar blettir á síðunum og tykist tá grómutur. Ein dimman blett hevur hann ovast á kápuni. T

Teinar: R XIV-XVI + 13-14 (12-15); G II + 7.

Lýsing: Lítli kongafiskur er hávaksin fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður, teir hørðu teinarnir eru fremstir, eina gotfjøður, har eru teir hørðu teinarnir eisini fremstir. Uggafjaðrarnar eru nakað stórar og rundligar. Búkfjaðrarnar eru nakað minni. Hann hevur lítla beinknútu fremst á undirkjaftinum. 5 beinpíkar eru á kápuni. 11-13 roðslur eru í eini linju upp og á skák frameftir frá aftara enda á gotfjøðurini til strikuna. Eygnatvørmátið er størri ella eins stórt og longdin fremst av undirkjaftinum til eygað (kjafturin saman). Kongafiskasløgini fáa livandi ungar.

Eyðkenni: Hann líkist mest stóra kongafiski og trantkongafiski. Tann niðasti av teimum 5 píkunum á kápuni vísir á skák niður aftureftir.

Týdningur: Hann hevur ikki havt vinnuligan týdning.

da: Lille rødfisk, en: Small redfish – Norway haddock, fr: Petit sèbaste, ís: Litli karfi, no: Lusuer, tý: Kleiner Rotbarsch

Sí myndir og videoklipp her.