Útbreiðsla: Nasi er fingin í føroyskum sjógvi sunnan fyri bankarnar vestanfyri og á Íslandsrygginum, men er ikki so vanligur her um leiðir. Í Atlantshavinum er hann annars undir Noregi og Íslandi til Kanariuoyggjarnar, Madeira, Asoroyggjarnar til Suðurafrika. Hann er vestanfyri frá Flemish Cap og Karibiaoyggjunum til Brasil og Argentina. Hann er eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum.
Nasi (nasafiskaættin)
Nesiarchus nasutus Johnson, 1862
Stødd: Nasi verður upp í umleið 130 cm langur.
Dýpi: Hann er úr 200 m niður á 1200 m, bæði við botnin og uppi í sjónum.
Litur: Hann er dimmbrúnur ella svartur um bakið, við viólbláum farra um síðurnar og undir búkinum. Strikan er hvít. Fjaðrarnar eru svartar, og hann er svartur inni í kjaftinum.
Teinar: R1 XIX-XXII; R2 19-22 + 2 Smáfj.; G II + 16-21 + 2 Smáfj.; U 12-14; B 5;
Lýsing: Nasi er mjávaksin fiskur, hægri enn breiður. Hann er spískur framman og aftan. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, sum eru samanvaksnar, tann fremra hevur beinteinar og er long og lág, av nakkanum aftur til sporlið. Tann aftara hevur bleytar teinar og er á sporlinum, stutt, men hægri enn tann fremra. Gotfjøðurin er mest lík aftaru ryggfjøðurini. Tveir píkar eru framman fyri gotfjøðurina, tann fremri er størri. Aftast eru tvær smáfjaðrar, bæði undir og yvir. Hann hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar, lítið sýldan stert. Strikan er næstan bein og gongur úr stertinum og upp á nakkan. Hann hevur stórt undirbit. Trantur er fram úr undirkjaftinum.
Eyðkenni: Hvíta strikan. Smáu fjaðrarnar á klingruni. Spíska gronin. Hørðu og bleytu ryggfjarðateinarnir.
Týdningur: Nasi hevur ikki vinnuligan týdning í Føroyum og lítlan týdning aðrastaðni.
da: Geddetryne, en: Black gemfish, fr: Escolier long nez, ís: Nasi, no: Havgjedde