Útbreiðsla: Sildakongur sæst sjáldan, men hann er onkuntíð rikin á land í Føroyum, í Íslandi og Noregi. Yngul er funnið í Miðjarðarhavinum. Hann heldur til bæði nær landi og úti á víðum havi. Frá Norðurnoregi suður um Afrika, frá Hvarvinum til Falklandsoyggjarnar. Hann er eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum.
Sildakongur, sildasterril (sildakongaættin)
Regalecus glesne Ascanius, 1772
Stødd: Sildakongur verður upp í einar 7 metrar langur.
Dýpi: Hann er miðsjóvarfiskur úr 20 m niður á 1000 metra dýpi.
Litur: Hann er silvurlittur um allan kroppin við myrkum strikum og blettum á skák niðureftir ymsastaðni. Fjaðrarnar eru blóðreyðar, og høvdið er bláligt.
Lýsing: Sildakongur er serligur við síni longd og klæna og hávaksna bendilsskapi. Tað fremsta á ryggfjøðurini er krúnuskapað og hevur skræðulepar á endunum. Ryggfjøðurin annars er long, heilt av nakkanum aftur í stertin. Búkfjaðrarnar eru ógvuliga langar og mjáar. Hann hevur heilt smáar uggafjaðrar. Gotfjøður er ikki, men hann hevur nakrar kambfjaðrakendar vøkstir undir kjølinum. Stertur er lítil ella eingin. Skræðan er roðsluleys, men er nakað sett við smáum knyklum. Strikan er bein og gongur niðan fyri miðjuna á síðunum og endar uppi oman fyri eyguni.
Eyðkenni: Tað langa bendilsskapið. Litirnir, fjaðrarnar og ’krúnan’ fremst á ryggfjøðurini.
Týdningur: Sildakongur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Sildekonge, en: Ribbonfish, fr: Roi des harengs, ís: Síldakongur, no: Sildekonge, tý: Heringskönig