Útbreiðsla: Undir Íslandi, Føroyum og Norðurnoregi til Vesturafrika tvørtur um Atlantshavið til Meksiflógvan og Nova Scotia. Í Skagerrak og norðara parti av Norðsjónum.
Silvurbramafiskur (bramafiskaættin)
Pterycombus brama Fries, 1837
Stødd: Silvurbramafiskur verður upp í 55 cm langur, men er vanliga minni enn 40 cm.
Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur á víðum havi, úr 25 metra dýpi niður á 300 metra dýpi. Onkuntíð sæst hann inni við land.
Litur: Hann er silvurlittur við svørtum undirliti. Rygg- og gotfjøður eru svartar fremst, verða líðandi mest sum gjøgnumskygdar aftast.
Teinar: R 48-53; G 40-43; U 20-23.
Lýsing: Silvurbramafiskur er høgur og tunnur fiskur. Kropshæddin er um helvtina av standardlongdini. Hann hevur eina ryggfjøður, ið er serliga høg. Hon gongur av nakkanum aftur í klingruna. Gotfjøðurin byrjar undir uggafjaðrafestinum og gongur aftur í klingruna. Eisini hon er høg. Ryggog gotfjøðurin kunnu leggjast í eina foyru, so tær eru fjaldar. Hann hevur langar uggafjaðrar, ið koma umleið aftur á hálvan fiskin, smáar búkfjaðrar, stóran, spískan og sýldan stert við nakað longum stertafjaðrum. Hann hevur lítið høvd við stuttari gron og rundligum umhvarvi. Hann hevur stór eygu, ið sita frammarlaga á gronini, stóran, upprendan kjaft. Strikan er sjónlig á smáum fiskum, men er burtur á stórum fiskum. Hann hevur rísna roðslu.
Eyðkenni: Kropsskapið. Høvuðumhvarvið. Stóru eyguni. Gronin framman fyri eyguni er umleið so long sum eygnasteinstvørmátið. Liturin og fjaðralongdirnar.
Týdningur: Silvurbramafiskur hevur lítlan týdning í fiskivinnuni og ongan her hjá okkum.
da: Sølvbrasen, en: Atlantic fanfish – Rough pomfret, fr: Poisson-éventail Atlantique, ís: Silfurbrami, no: Sølvbrasme, tý: Silberbrassen