Útbreiðsla: Slætthøvd er vestan fyri Føroyar, suður um Ísland í Grønlandsfjørð. Undan Føroyum suður til Porcupinebankan. Einstakir sløðast longur suðuri, til Móritania. Í vestara parti av Atlantshavinum er tað frá Labrador til Florida.
Slætthøvd, glámur (glámaættin)
Alepocephalus bairdii
Goode & Bean, 1879
Stødd: Slætthøvd verður upp í umleið 100 cm langt.
Dýpi: Tað er á djúpum vatni, vanliga millum 700 m og 1000 m, men er tó uppi á 300 m og eisini niðri á 1700 m dýpi.
Litur: Tað er javnt myrkabrúnt-blásvart um allan kroppin. Dimmblátt í kjaftinum og táknaholunum.
Teinar: G 21–25.
Lýsing: Slætthøvd er rundvaksin, hyldligur fiskur, nakað breiður eftir hæddini.
Tað hevur eina lága ryggfjøður aftur móti klingruni. Tað hevur eina gotfjøður beint undir og eitt vet aftari enn ryggfjøðurin. Sterturin er rættiliga nógv sýldur. Tað hevur smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar. Høvdið er langt, gronin er kubbut og sneidd, og tað hevur rættiliga stór eygu. Kennist vatnut, kleimið. Tað hevur stóra og leysa roðslu, 63-67 roðslur eru eftir tí beinu strikuni. Kápan er rættiliga long og endar niðast í einum skørpum horni. Tað hevur smáar tenn, og kjafturin kemur aftur um eygað.
Eyðkenni: Kjaftlongdin. Roðslan kemur nakað inn á bæði ryggfjøður og gotfjøður. Roðslutalið eftir strikuni, gronin, liturin og skapið.
Týdningur: Slætthøvd hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Bairds glathovedfisk, en: Bairds smoothhead, ís: Gjølnir.