Skip to main content

Útbreiðsla: Undir Føroyum er hann við bankarnar vestanfyri, onkur hendinga er fingin eystanfyri, er annars báðumegin í Atlantshavinum, suður til umleið 30°N. Hann er eisini mitt úti í Atlantshavinum við bankar og ryggir.

Stinglaksur (stinglaksaættin)
Aphanopus carbo Lowe, 1839

Stødd: Stinglaksur verður upp í 110 cm til longdar, møguliga enn longri.

Dýpi: Stinglaksur er úr 200 m niður á 1600 m ella djúpari. Hann er bæði botnfiskur og uppsjóvarfiskur, um náttina er hann uppi í sjónum.

Litur: Óskalaður er hann svartur og skyggir sum kopar. Trolveiddur fiskur hevur oftast mist tað mesta av skræðuni, og tá sæst inn á tann hvíta fiskin.

Teinar: R XXXIV-XLII + 52-57; G I + 44- 48; U 12.

Lýsing: Stinglaksur er langur og mjáur fiskur, hann er væl hægri, enn hann er breiður. Hann hevur eina ryggfjøður, har fremri parturin hevur harðar teinar og aftari bleytar. Eitt týðiligt skarð er millum harða og bleyta partin. Fremst á gotfjøðurini er ein vælvaksin, afturábendur píkur. Gotfjøðurin er styttri enn aftari parturin av ryggfjøðurini og byrjar aftari. Serliga klænur er hann um klingruna. Hann hevur lítlan, sýldan stert. Hann hevur ikki búkfjaðrar. Høvdið er langt, lágt, smalt og spískt. Kjafturin er stórur við stórum, spískum og ógvuliga hvøssum tonnum. Hann hevur stór eygu og onga roðslu.

Eyðkenni: Kropsskapið er líkt svørðsblaði. Tenninar. Pík við gotið. Lítli sterturin. Skarðið í ryggfjøðurini yvir gotinum.

Týdningur: Nakað verður veitt av honum undir Føroyum. Eisini verður hann veiddur í Spania, Portugal og Madeira.

da: Sort sabelfisk, en: Black scabbard fish, fr. Sabre noir, ís: Stinglax, no: Dolkfisk, tý: Schwarzer Degenfisch