Tak handan mannin!
Í einum ljóðbroti frá einum hondbóltsdysti í Klaksvík 13. mars í 2012, rópar ein maður: “Tak handan mannin!” Persónurin, sum sipað verður til er kvinna.
Uppgávur:
- Lurta eftir ljóðbrotinum og les tíðindini í Kringvarpinum um hendingina. Hvat er hent og hvør er gongdin í málinum?
- Er tað rætt og rímiligt, at fólk kunnu rópa hvat tey vilja, bara tí tey kappast? Er nakað mark?
- Hvør skal so gera av, hvar markið í hesum føri er?
Ljótasti maður er ein - kvinna!
Ein av kendastu hvítu sangarinnum at syngja blues, er Janis Joplin. Í nýggja filminum Little Girl Blue kemur fram, at meðan Janis gekk í skúla í heimbýnum í Texas, vann hon eina kapping, sum lestarfelagarnir skipaðu fyri. Vinningurin var: “The ugliest man on campus”.
Uppgávur:
- Hvat merkir atkvøðugreiðslan og hvat sigur hon um skúlan?
- Hvat kalla vit í dag tílík átøk?
- Leitið á netinum og finnið konsertupptøkur við Janis Joplin.
- Hvussu varð hennara lagna?