Skulu vit steingja musikkskúlan og ungdómshúsið?
Ein søga: Borgarstjórin kláaði sær í nakkanum. Útreiðslurnar hjá kommununi vóru hækkaðar. Kommunan hevði sett 595 milliónir av til at gjalda útreiðslur við, men ein nýggj útrokning segði, at tað, ið kommunan annars hevði sett í verk, fór at kosta 609 millónir.
400 fólk eru so ella so partar av musikkskúlanum. Tey flestu eru børn og ung. Ungdómshúsið skipar fyri nógvum tiltøkum fyri ung.
200 børn og ung vitja javnan í ungdómshúsinum.
“Vit noyðast at gera okkurt!” hugsaði borgarstjórin. Hann fekk kommunustýrislimirnar at gera uppskot um, hvussu kommunan kundi spara 14 milliónir, so fíggjarætlanin hekk saman. Megnaði kommunan at spara 14 milliónir, so javnvigaðu inntøkur og útreiðslur.
Hvørki borgarstjórin ella hinir kommunustýrislimirnir høvdu huga at hækka kommunuskattin, so kommunan tann vegin fekk 14 milliónir í inntøku afturat, so at inntøkur og útreiðslur á henda hátt javnvigaðu.
Nógv sparingaruppskot komu á borðið. Tvey uppskot snúðu seg um at steingja musikkskúlan og ungdómshúsið. Hesi sparingaruppskotini fullu ikki í góða jørð.
Stýrið fyri musikkskúlan helt, at bleiv musikkskúlin stongdur, so tók kommunan alla tónleikaundirvísingina burtur, og tað var als ikki gott, tí børnini og tey ungu, ið gingu í musikkskúlanum, vóru heilt vist eitt aktiv fyri kommununa. Tey førdu fram, at tónleikaundirvísingin var savnandi fyri allar borgararnar í kommununi, bæði tá ið tað snúði seg um aldur og kyn.
Starvsfólkið í ungdómshúsinum segði, at sendi kommunan 200 børn heim, fór tað at fáa stórar avleiðingar. Fleiri herverk fóru at vera framd, og børnini fóru at ganga úti á gøtuni og keða seg. Harumframt fóru nøkur børn at hava stuðulsfólk fyri neyðini, tí tey høvdu tørv á stuðli í frítíðini – ungdómshúsið hevði annars tikið sær av hesi uppgávu, sum annars hevði kostað kommununi pengar.
Borgmeistarin tók orðið eftir at kommunustýrið hevði atkvøtt. Eftir drúgt og harðligt orðaskifti um sparingar ella skattahækking, vísti atkvøðugreiðslan, og kommunan skuldi spara 14 milliónir á útreiðslusíðuni. Hetta merkti, at musikkskúlin stongdi. Ungdómshúsið bleiv ikki stongt, men upplatingartíðirnar vórðu skerdar, og nøkur starvsfólk skuldu sigast úr starvi.
Hvør tekur avgerðirnar í kommununi?
Um tú beint eftir atkvøðugreiðsluna um musikkskúlan og ungdómshúsið hevði spurt borgararnar í kommununi, hvør tekur avgerðirnar í kommununi, høvdu tey flestu helst svarað - kommunustýrið.
Onkur sigur, at borgarstjórin tekur avgerðirnar, onkur annar sigur felagsskapir í kommununi. Tað kunnu vera felagsskapir sum t.d. vinnulívsfeløg, ítróttafeløg ella fakfeløg.
Eisini stór vinnuvirki í kommununi hava stóra ávirkan. Kommunustýrið lurtar eftir, hvat tey at siga, og hvat tey ynskja, tí hetta snýr seg um stór arbeiðspláss og skattainntøkur hjá kommununi. Flytur virkið aðrastaðni ella letur aftur, økist talið av arbeiðsleysum í kommununi, skattainntøkurnar lækka, og handlarnir í kommununi selja minni og tí minkar virksemi og trivnaðurin.