Svøríki - størsta Norðurland
Í Svøríki búgva fleiri enn 10 mió fólk. Tí er Svøríki størsta Norðurland, tá mett verður eftir fólkatali.
Fólkatal
Kannið fólkatalið í øllum Norðurlondum og gerið eina talvu. Føroyar, Grønland, Áland og Sámaland skulu eisini vera við. Hvat er eyðkennið fyri hesi 4 seinastu londini?
Hvussu nógv fólk búgva í øllum Norðurlondum?
Er nakað einstakt land úti í stóru verð, sum í fólkatali kann berast saman við Norðurlond?
Landafrøði og søga
Hvør er munurin á landafrøðiligu heitunum Skandinavia og Norðurlond?
Hvussu eita parlamentini í Norðurlondum?
Hvørji Norðurlond eru limir í Evropasamveldinum, ES?
Hvør var leikluturin hjá Svøríki undir øðrum heimsbardaga?
Hyggið í eitt atlas og metið um havøkini hjá hvørjum einstøkum Norðurlondi. Kundu Norðurlond verið ein stórhavstjóð?
Kend svensk fólk
Úr Svøríki eru nógv kend fólk, ella bólkar, sum allur heimurin hevur kent ella kennur. Veljið millum hesi 8 evni og leggið teirra avrik fram fyri flokkinum, við dømum, hvat hesi svensku nøvn eru kend fyri:
1 ABBA
2 Zlatan Ibrahimović
3 Alfred Nobel
4 Björn Borg
5 Ingmar Bergman
6 Stieg Larsson
7 Astrid Lindgren
8 Áttanda svenska evnið, at leggja fram um, er íshokki. Kannið hvørjum londum svenska landsliðið í íshokki spælir ímóti. Bólkurin, ið leggur fram um hetta evnið, skal taka støðu til, hvønn týdning tað hevur at møta fremstu londunum í eini ítróttagrein. Berið saman við krúnprinsavitjanina, sum akkurát hevur verið í Føroyum. Kann tílíkt samstarv við størri lond, hava týdning fyri eitt minni land?