• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ingrid í Korea

Svenska Ingrid Johansson var í 1990'unum fleiri ferðir í Føroyum og arbeiddi sum Nordjobbari. 

Í dag er hon diplomatur og árini 2004-2008 arbeiddi hon fyri svensku uttanríkistænastuna m.a. við Nordjobb í Norðurkorea. 

Seinni hevur Ingrid verið nógv í Suðurkorea, har systir hennara, Cecilia, býr. Cecilia var stjóri í fyrsta Ikea handlinum í Suðurkorea. Nú er hon stjóri í nýggja Ikea handlinum, sum er í Goyang. 

Í 7 minuttir sigur Ingrid okkum frá á svenskum, hvussu hon upplivdi Norðurkorea, og hvussu tað at enda var at koma til Suðurkorea.

Tá olympisku vetrarleikirnir byrjaðu í Suðurkorea, var Ingrid og hugdi. Tá sendi hon okkum eina aðra stutta ferðafrásøgn við fartelefon.

Uppgávur:

Hvussu lýsir Ingrid munin á Norður- og Suðurkorea?

Hava øll atgongd til internet í Norðurkorea?

Hvat sæst á vegginum aftan fyri Ingrid?

Les hesa ensku tíðindagreinina um Ikea í Suðurkorea. Hvat samband sæst í greinini millum vinnulív og ítrótt?

Leita á netinum eftir Nordjobb. Hvat er tað?

Hvønn persónligan týdning kann tað hava at fara í fremmand lond at ganga í skúla ella arbeiða eina tíð?

Hevur nakar í tínum flokkinum verið á CISV-legu? 

Greið frá grundsjónarmiðjum hjá CISV. 




 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018