• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

K-poppur og Gangnam Style

Eins og tey í Japan hava J-pop, hava tey í Korea K-pop sum frámerki fyri rútmiska tónleikamarknaðin. Í 2012 bleiv K-poppur kendur um allan heim við Gangnam Style hjá suðurkoreanska Psy. 

K-poppur hevði verið kendur í nógv ár frammanundan í Korea, men YouTube gjørdi júst henda tónleikin so kendan, at hann varð oftari spældur enn Justin Biber.

SHINee er eitt kent boy-band við fimm sangarum úr Suðurkorea. Føroyski Bárður Háberg hevur skrivað sangin Better off til SHINee í 2013. Fyri jól doyði forsangarin, Jonghuyn, 27 ára gamal.

Bretska avísin The Guardian skrivaði um hendingina og gitti, at kendi sangarin doyði fyri egnari hond. Avísin skrivar eisini um harða marknaðin, sum koreanskir poptónleikarar virka og liva í.

Í eini aðrari grein um somu hending skrivar The Guardian, at sjálvmorð er størsta deyðsorsøk í Suðurkorea millum tey, sum eru 30 ár og yngri.

Uppgávur:

Hvussu ofta er Gangnam Style hjá Psy spældur á YouTube?

Hvønn týdning hevur YouTube fyri útbreiðslu av tónleiki úr smáum ella fjarum londum?

Setið tykkum í samband við Bárð Háberg og spyrji hann, hvussu tað bar til, at hann slapp at skriva ein sang til SHINee!

Hvør føroyskur sangur man vera oftast spældur á YouTube?

Jonghuyin doyði 27 ára gamal. Kennir tú aðrar sangarar og tónleikarar, sum doyðu 27 ára gamlir? 

Kendasti K-popp sangur úr Korea er Gangnam Style hjá Psy frá 2012

Jonghyun, Kim Jong-hyun, var forsangari og sangskrivari í koreanska boy-band bólkinum SHINee. Hann doyði 27 ára gamal 18. desember í 2017.

Jonghyun fer til gravar fyri jól í 2017 á einum loyniligum stað í Seoul

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018