• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Koreakríggið

Í 1950 gjørdi Norðurkorea innrás í Suðurkorea. Tá byrjaði Koreakríggið, sum var eitt hart stríð millum kommunistar og vesturlendskt sinnað fólk. Tey fyrru hildu við Sovjetsamveldinum og tey seinnu við USA. Koreakríggið bar boð um, at nú var kalda kríggið byrjað.

Tá ið Koreakríggið var av í 1953, lógu býir og verksmiðjur í Suðurkorea í skeljasori, og túsundtals flóttafólk vóru komin suður um markið úr Norðurkorea. 

Norðurkorea hevur enn ikki viðurkent, at kríggið móti Suðurkorea og USA er av.

Uppgávur:

Hvørjir vóru mótpartarnir í kalda krígnum?

Hvørja avleiðing fekk kalda kríggið fyri fólkið í einum evropeiskum býi í 1961?

Vóru Føroyar á nakran hátt ávirkaðar av kalda krígnum? 

Amerikanarar hava tikið norðurkoreanskar fangar í oktober í 1950

Systkin framman fyri einum amerikanskum stríðsvogni í Hanegju norðanfyri Seoul í Suðurkorea í 1951

Amerikanarar hava bumbað høvuðsstaðin í Norðurkorea, Pyongyang, í 1950

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018