• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Suðurkorea

Suðurkorea er syðri partur av koreansku hálvoynni har eysturi í Asia. Á hesum leiðum er bara Kamtjatka, sum er størri hálvoyggj. Norðurkorea er norðari partur av koreansku hálvoynni, sum til samans er 220.000 km2 til støddar.

Nógv børn eru ættleidd úr Suðurkorea.

Á Koreahálvoynni eru fjøll og nógvur skógur. 

Frá 1910 til 1945 ráddi Japan yvir allari hálvoynni. Tá annar verðaldarbardagi endaði í 1945 tapti Japan. Í vinnandi partinum vóru USA og Sovjettsamveldið, ið samdust um at býta landið í tveir partar. Markið gekk eftir 38. breiddarstigi. Sovjettsamveldið hersetti norðara partin og USA syðra partin. 

Suðurkorea fekk sjálvstýri í 1948. 
 

Hugarok í flokkinum:

Hvat veitst tú um Korea?

Kennir tú nakran úr Korea?


Korea í tíðindunum:

Veljið tveir skrivarar í flokkinum, sum í eina viku skulu skriva upp, hvørja ferð Norður- og Suðurkorea verða nevnd í tíðindunum í Kringvarpinum. Hvør var orsøkin til umrøðuna í føroysku tíðindunum?

 
Uppgávur:

Hvør er størsti heimspartur í verðini?

Hvørjir eru heimspartarnir?

Millum heimspartarnar eru heimshøv. Hvørji eru tey?

Hvat er ein hálvoyggj?

Finn hægsta fjall á Koreahálvoynni.

Greið frá suðurkoreanska flagginum. Hvat umboða litirnir og staklutirnir á flagginum? 

Myndin er úr Atlas til heim og skúla (Nám 2014) bls. 152-153, sum vísur Eysturkina.

Myndatekstur

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018