• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tempul og trúgv

Pyeongchang er fjallabýur, har nógv gomul tempul eru. Kendasta er Woljeongsa-templið. Tað er eitt buddistiskt tempul, sum er bygt í árinum 643. 

Flestu suðurkoreanarar (57%) hava ongan formellan átrúnað, tí tey eru ikki limir í ávísari kirkju ella samkomu. 

Tey, sum eru limir í kirkjum ella samkomum, eru protestantar (20%), koreanskir buddistar (16%) og rómversk katólsk (8%).

Fyrr hoyrdist um Moon-rørsluna, sum bygdi á læruna hjá Moon Sun-myung, sum doyði 92 ára gamal í 2012. Tá flutti læran til USA. Moon-rørslan gjørdist kend, tá túsundir gingu í hjúnarlag og vórðu signað av Moon. Í 1997 vórðu minst 30.000 nýgift hjún signað í Washington D.C. í USA.

Uppgávur:

Hví munnu tempul verða bygd í fjøllunum og ikki mitt í býunum í Suðurkorea?

Hvussu gomul er elsta kirkja í Føroyum? 

Woljeongsa er høvuðstempul í Jogye greinini í korenskari buddhismu. Templið, sum silla munkurin Jajang bygdi í 643, er dygst við olympiska vetrarbýin, Pyeongchang, í Suðurkorea

Meðan koreanski átrúnaðarligi leiðarin Sun Myung Moon (1920-2012) livdi, skipaði hann fyri at pør í hópatali vórðu signað

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018