Skip to main content

Veðurlag

Veðurlagið í Suðurkorea er subtropiskt við heitum sumrum og køldum vetrum. Kuldin kemur úr Sibir og elvir til drúgvan vetur og nógvan kava. 

Januar og februar eru kaldastu mánaðir í Pyeongchang. Olympisku vetrarleikirnir eru í februar, sum í miðal er næstkaldasti mánaður, tá lítið avfall er.

Heitastu summarmánaðir eru juli og august. Tá regnar illa, og vandin fyri tropiskum melduródnum er stórur.

 

Bólkauppgáva:

Tit skulu skipa fyri tveimum bólkaferðum við flogfari úr Føroyum til Suðurkorea. Annar bólkurin vil fyrst og fremst standa á skí og hava eina virkna feriu. Hin bólkurin vil njóta hitan og slappa av. 

Hvørja árstíð eiga bólkarnir at fara? Hussu kann farleiðin verða? Hvussu bíliga kann flogferðin gerast? Hvørji støð eru mest áhugaverd at vitja? Eru serligar avbjóðingar, ein eigur at vara seg fyri? Hvussu er við valuta og passi?

Amboð: telda og netstøð sum flog.fo, tripadvisor.com, uttanríkistænastur 

Hesin botaniski garður við 3000 plantum úr øllum heiminum er á lítlu oynni Oedo, sum er stutt úr landi sunnast í Suðurkorea. Eini hjún hava skapt og dyrkað garðin síðan 1969. Á oynni Oedo er milt subtropiskt strandaveðurlag