• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Tíðindi

Lurta eftir Les

20.04.2012
Les bøkurnar fingið heimasíðu

Bókaheildin "Les" til lærugreinina føroyskt í áttanda, níggjunda og tíggjunda flokki hevur nú fingið sína egnu heimasíðu á Snar.

Á heimasíðuni kanst tú millum annað lurta eftir øllum tekstunum í Les bókunum. Harumframt er kunning um rithøvundar, yvirlit yvir listaverk í bókunum, yvirlit yvir aðrar viðkomandi tekstir og høvuðsverk og leinkjur til amboð og síður á Snar, sum eru viðkomandi fyri lærugreinina føroyskt í framhaldsdeild.

Les heimasíðan er eisini ætlað sum stað, har lærarar og næmingar kunnu geva hvørjum øðrum íblástur. Til undirsíðuna “Tit og les” kunnu lærarar og næmingar senda inn tilfar, sum er viðkomandi fyri okkurt ávíst arbeiðsøki í Les bókunum ella annað í lærugreinini føroyskt í framhaldsdeild.

Lydia Didriksen hevur ritstjórnað Les Tekstasøvnini og skrivað Lærarabøkurnar og Arbeiðsbókina, og Kirsten Brix hevur skrivað Ástøðisbókina. Sigfríður Abrahamsen og Dorit Hansen hava staðið fyri arbeiðnum at gera heimasíðuna. Else Sjúrðaberg hevur sniðgivið.

Heimasíðan hjá Les liggur her.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2014