• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Tíðindi

Netborin skriviblokkur

09.10.2012
At samstarva um internetið kenna vit flestu, og tá hugsa vit vanliga um teldupost. Men aðrir møguleikar eru, t.d. ein netborin skriviblokkur, sum fleiri kunnu skriva í samstundis uttan at vera á sama staði.

Við einum netbornum skriviblokki ber til, hvør í sínum lagi, á sínum staði og við síni teldu, teldili ella smartphone, at skriva, viðmerkja ella rætta skjalið. Hvør einstakur velur sín egna lit, so tað sæst, hvør hevur skrivað hvat. Í hesum netborna skriviblokkinum sært tú eisini søgutráðin, ið vísir, hvussu teksturin hevur ment/broytt seg. Teksturin kann lætt flytast í ta vanligu tekstviðgerðina, sum vit brúka. Netborni skriviblokkurin kann latast øðrum umvegis slóð, ið kann sendast við telduposti ella sms.

 

Her eru slóðir til tveir ókeypis netbornar skriviblokkar

titanpad.com 

typewith.me

 

 

Lagt út: Heini Nygaard, ráðgevi á Nám

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2014