• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Tíðindi

Syngið tabellirnar

30.03.2011
At falda við sangi er ein øðrvísi og stuttligur háttur at læra støddfrøði.
Joan Hovgaard hevur gjørt sangir til tær lítlu tabellirnar. Í samstarvi við sínar næmingar í Sørvágs skúla hevur hon innspælt og sungið løgini til barnaútvarpið.

Nú eru sangirnir eisini tøkir á Snar og kunnu takast niður her:

Tabellsangir.

Joan hevur sjálv gjørt løgini til 2-, 3- og 9-tabellina. Hini løgini eru gomul fólkaløg. Løgini eru øll fittlig og skjót at koma eftir. Orðini í sangunum eru sjálvsøgd, men Joan hevur eisini kryddað tabellinar við egnum orðum, sum her:

 

 “Tá vit tabellirnar læra, vit stuttleika bera í sinn.

  Vit lættliga faldistykki svara, tá vit eru farin inn.”

 

Sangirnir eru ætlaðir 1. til 3. flokki, men yngri børn kunnu eisini vera við. Teirra talfatan er kanska ikki so breið ella djúp, og tey skilja neyvan multiplikatión, men eru harafurímóti skjót at koma eftir bæði rími og ramsum.

 

  “Síðsta tal í áttatabell, tað er 80 og nú er vell.”

 

Lurta eisini eftir Talsanginum  og Fryntasanginum.

 

 

Lagt út: Rói Joensen, ritstj.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2014