• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Tíðindi

Veiða vind

05.05.2011
Undir heitinum Veiða vind geva Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags út myndabók við tónleiki og upplesturi á fløgu. Veiða vind er tónleikaævintýr eftir Kára Bæk og Rakel Helmsdal við tekningum hjá Janusi á Húsagarði. Tónleikin spælir Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen lesur ævintýrið.


Veiða vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika, alt í einum skapandi meldri. Søgan byrjar, tá stóribeiggi lesur kvæðið um Ólav Riddararós, sum skal út á heiðina at veiða villini hind. Lítlibeiggi misskilir, men fær íblástur til at fara út at veiða vind. Systirin fer aftaná, og so fær hugflogið fríar ræsur...

Tónaskaldið fær íblástur frá kvæðalagnum og skapar eitt frálíkt tónleikaverk, sum uttan iva fer at hugtaka bæði børn og vaksin.

Myndabókin Veiða vind verður løgd alment fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin 8. mai, klokkan 15.00.  Konsertir við Føroya Symfoniorkesturi verða í Norðurlandahúsinum frá 9. mai, har fleiri 3500 børn longu hava teknað seg.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2014