Kýpros er stór, náttúruvøkur oyggj eystarlaga í Miðjarðarhavi og væl umtókt ferðamannaland. Áðrenn oyggin fekk frælsi í 1959, var hon undir turkiskum og síðan bretskum yvirræði. Meginparturin av fólkinum eru grikkar, bara fimtingurin turkar. Drúgvt stríð var ímillum tey bæði fólkasløgini, og tað hevði við sær, at oyggin varð býtt sundur í 1974; sunnari partur er grikskur, norðari turkiskur.
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.
Høvuðsstaður:
Nikosia
Vídd: 9.251 km2
Fólkatal: 855.000
Alment mál: grikskt og turkiskt
Átrúnaður:
kritindómur 82% islam 18%
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: evra
Tjóðsangur (Ýmnos eis tīn Eleftherían) - Hymn to Liberty (grikski tjóðsangurin)