• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Álakendi úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycenchelys muraena (Collett, 1878)

Stødd: Álakendi úlvfiskur verður í mesta lagi 22 cm til longdar.

Dýpi: Hann er botnfiskur, úr 350 metra dýpi niður á 1700 metra dýpi, hann er í sjógvi kaldari enn 3,4°C.

Litur: Hann er javnt dimmbrúnur ella gulbrúnur. Hann hevur ongar blettir ella strikur.

Teinar: R 118-126; G 100-104.

Lýsing: Álakendi úlvfiskur er langvaksin, klænur og smidligur, hevur mest sum állaskap. Hann er umleið helvtina so breiður, sum hann er høgur. Kroppurin er væl klænri enn høvdið, og høvuðlongdin er um 13% av heildarlongdini.

Hann hevur lítlan kjaft, ið kemur aftur mitt undir eygað. Eyguni eru smá. Hann hevur stuttan bul, og av gronini aftur til gotið er um ein triðing av heildarlongdini. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, tær eru samanvaksnar aftast á sporlinum. Hann hevur ikki stert. Ryggfjøðurin er úr sporlsendanum fram á hálva uggafjøðurina. Gotfjøðurin er úr sporlsendanum fram til gotið. Báðar eru lágar. Hann hevur stórar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Sansigøgn eru eftir kápuni og oman fyri yvirkjaftin. Tvey smá ‘horn’ eru frammarlaga á yvirkjaftinum. Hann hevur tvær strikur. Onnur er frá ovast á kápuni á skák niður og aftur um gotið. Hin er úr sporlsendanum, fram eftir síðuni til umleið yvir gotið.

Eyðkenni: Álla- og høvuðskapið. Langi, smali kroppurin og strikurnar. Javni liturin. Ryggfjøðurin kemur fram á hálva uggafjøðurina. Teinar í ryggfjaðrunum og gotfjaðrunum í tali. Hann minnir í skapi um gestfisk, sporllanga úlvfisk og sars-úlvfisk.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Muræne porebrosme, ís: Álbrosma, no: Hav-ålebrosme.

Útbreiðsla: Í Davisfjørðinum. Í Eysturgrønlandi til Svalbarðs, í Karahavi, í Hetlandsrennuni og norðan fyri Íslandsryggin.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Áburrufiskar Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

  • Rekfiskaættin (Polyprionidae)
  • Glómuættin (Epigonidae)
  • Rossamakrelættin (Carangidae)
  • Bramafiskaættin (Bramidae)
  • Ennifiskaættin (Caristiidae)
  • Karpaættin (Sparidae)
  • Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
  • Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
  • Tarabrosmuættin (Pholidae)
  • Steinbítaættin (Anarhichadidae)
  • Nebbasildaættin (Ammodytidae)
  • Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
  • Floyfiskaættin (Callionymidae)
  • Stubbafiskaættin (Gobiidae)
  • Nasafiskaættin (Gempylidae)
  • Stinglaksaættin (Trichiuridae)
  • Makrelættin (Scombridae)
  • Svartfiskaættin (Centrolophidae)

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.

Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017