• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Úlvfiskabróðir (úlvfiskaættin)
Lycodes eudipleurostictus Jensen, 1902

Stødd: Úlvfiskabróðir verður upp í 45 cm langur, tó sjáldan longri enn 35 cm.

Dýpi: Hann er fingin niðri á umleið 1130 metrum, men er annars millum 25 og 900 metrar. Hann er í køldum sjógvi, +4°C og niður í ÷2,3°C.

Litur: Hann er brúnur ella dimmreyðbrúnur við 5-8 ljósum, men heldur veikum tvørbondum aftur eftir síðunum. Tvørbondini eru týðiligast ovast á bakinum og á ryggfjøðurini.

Teinar: U 20-22; Ry 105-112.

Lýsing: Sum fleiri av úlvfiskunum hevur hann tvær strikur. Tann ovara er eftir miðjuni á síðuni og hin niðara fram við búkinum og nakað aftur um gotið. Strikurnar eru rættiliga týðiligar, uttan á ungum fiskum, har sæst hin niðara viðhvørt illa. Hann hevur heilt smáar búkfjaðrar.

Úlvfiskabróðir hevur eina ryggfjøður, ið gongur aftur í sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurini. Hann hevur ikki stert. Hann hevur stórar uggafjaðrar, eitt sindur innbogaðar í afturrondini. Av gronini aftur til fremra enda á gotfjøðurini er millum 37-41% av heildarlongdini. Kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er umleið 10-12% av heildarlongdini. Høvdið er umleið 21-22% av heildarlongdini. Roðsla er um allan kroppin og kemur fram til búkfjaðrarnar og uggafjaðrarnar.

Eyðkenni: Úlvfiskabróðir minnir kanska mest um úlvfiskin, men høvdið er heldur størri, teinarnir í uggafjaðrunum eru færri, og litirnir í bondunum á síðunum eru bleikari. Afturrondin á uggafjaðrunum er eitt sindur innbogin. Á øðrum úlvfiskum er afturrondin útbogin. Tvær strikur.

Týdningur: Úlvfiskabróðir hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Båndålebrosme - Dobbeltlinjet ålebrosme, en: Doubleline eelpout, ís: Tvírákamjóri, no: Båndålebrosme

Útbreiðsla: Úlvfiskabróðir er undir Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi, í Barentshavinum, Norðurhavinum, norðan fyri og eystan fyri Ísland, í norðaru hellingini á Íslandsrygginum og í Hetlandsrennuni.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Áburrufiskar Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

  • Rekfiskaættin (Polyprionidae)
  • Glómuættin (Epigonidae)
  • Rossamakrelættin (Carangidae)
  • Bramafiskaættin (Bramidae)
  • Ennifiskaættin (Caristiidae)
  • Karpaættin (Sparidae)
  • Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
  • Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
  • Tarabrosmuættin (Pholidae)
  • Steinbítaættin (Anarhichadidae)
  • Nebbasildaættin (Ammodytidae)
  • Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
  • Floyfiskaættin (Callionymidae)
  • Stubbafiskaættin (Gobiidae)
  • Nasafiskaættin (Gempylidae)
  • Stinglaksaættin (Trichiuridae)
  • Makrelættin (Scombridae)
  • Svartfiskaættin (Centrolophidae)

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.

Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017