• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Lundi

Lundi (lat. Fratercula arctica L; da. Lunde, Søpapagøje) eigur nógvur í Føroyum, og eisini í øllum londum uttan um okkum. Í Grønlandi er eitt størri slag við nógv breiðari nevi; tað hendir at fleyga teir her eisini, og teir viga eina helvt meir enn okkara lundar, javnt við álkur.
 
Lundin kemur á summarmála1), verður sagt. Í kuldaveðri bíðar hann nakrar dagar útifyri, áðrenn hann kemur á land. Fyrsta dagin steðgar hann stutt, lítið meir enn setur seg niður hjá holuni. Men hvønn dagin eftir annan gevur hann sær betri tíðir, og um gamla summarmála2) reinsar hann sær holuna. Har, sum seyður gongur, dámar honum lítið at byggja, annars eigur hann víða hvar, bæði í urðum og vallbergi — tá ið hann ikki er avoyddur av fólki. Í vallberginum grevur hann sær holur, ofta so djúpar, at armur røkkur ikki á botn, og so má maðurin, ið dregur, grava byrging á. Har inni ger hann eitt ússaligt reiður av deyðagrasi og verpur eitt egg, hvítt við kámum gráligum blettum. Niðarlaga verpur hann fyrr enn uppi í toppalandi. Makarnir báðir verma til skiftis.

Dráttrartíðin er fyrra partin av juni. 7du viku á sumri eru eggini best, 8du viku mest, er søgnin. Tá taka teir bæði eggið og lundan, sum inni er. Hin, sum eftir livir, fær sær skjótt ein maka aftur. Soleiðis kunna teir so við og við draga fleiri lundar úr somu holu; men finna teir báðar inni í senn og drepa teir, so kemur eingin aftur. Harav sæst, at søgnin, ið sigur, at sjey lundar eru um holuna, er skeiv. Klekingartíðin er 5 til 6 vikur. Pisan, meðan hon hevur dúnið, er at síggja sum ein væl nappaður morlittur ullarlagdur.

Fleygatíðin er frá syftunsøku3) út í miðjan august. Fleygamaðurin situr aftan fyri ein stein ella eitt garðlag, sum er gjørt so langt oman, at stong og net ikki skulu vera so sjónsk. Og tó dugir fjøldin av teimum gomlu at vara seg; nøgdin, ið fingin verður, er »hin vangagrái« — soleiðis er unglundin nevndur, tí hann er nógv dimmari um vangarnar enn hin gamli. Byggingarlundin flýgur við nógvum lundasildum, t. e. smáar nebbasildir, í nevinum; vanliga talið er millum 15 og 25 — sagt er upp í 50, men kanska tað er skrøgg.

Sildberin hevur frítt at fara, eingin fleygamaður vil drepa hann frá pisuni. Hvussu nógv ein maður fleygar ein dag er sera ójavnt, eftir sum landið og líkindini eru til. 100 man í flestu støðum vera hildið toluligt og 200 nógv, 400 er heldur sjaldsamt. I Mykinesi fleygaði ein maður 978 og sama dagin ein annar 973; eisini í Eítlu Dímun eru teir komnir tætt upp ímóti 1000.

Hvat kann vera meir hugtakandi at síggja enn eitt væl bygt lundaland, ein dag, tá ið góð landkoma er! Í urðunum sita teir so tættir og bringubrattir, ella teir fara sær »oman á bakka við titandi fóti og reisandi nakka«. Torvur niðri við upsina eru líkastar grønum bø, tættvaksin við hvítum summardáa;  høgt uppi í toppalandinum síggjast teir  sum smáir hvítir prikkar. So kemur eitt útriv í eina torvu; lundin tysur út á sjógv, og nú fyrst sært tú, hvussu litføgur ein lundatorva kann vera, grønari enn øll stykkir í bø ella haga. Og so tann meingin, ið flýgur uppi yvir tær, í so tøttum ringi, at hann kennist skugga fyri sól. Og sjógvurin avtakin!

Um miðjan august fer lundin. at rýma hiðani, og um veturin er hann víða um Atlantshavið og við londini sunnan fyri okkum. Einstakir síggjast eftir undir Føroyum. Tá eru teir dimmir um vangarnar; og yvirnevið er øðrvísini enn um summarið — ta hornskónina, ið var uttan á nevinum, hava teir kastað, og ein nýggj, smalri, er vaksin innan fyri hana. Hesar lundar í vetrarbúna hendir tað seg eisini at fleyga um summarið.

Hvussu gamal kann lundi vera? Í Lamba í Mykinesi var ein lundi eyðkendur av einum hvítum liti á bakinum. Í 68 ár sóu teir hann sita í sama stað. Tá eitt av krígsárunum varð so nógv skotið har undir landinum, og tá hvarv hann. — Av rovdrift og ringum røkiskapi og ikki minst av skjóting er lundin minkaður óføra nógv í seinnu tíðini og mangastaðni heilt avoyddur. Er tað ikki ræðuligt!

1) 14. apríl. 2) 26. apríl. 3) 2. juli.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017