• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Ovari:

Ógvella

Ógvella (lat. Clangula hyemalis L; da. Havlit), summstaðni í Føroyum nevnd ógvølla, er ofta at síggja um veturin; á halvarðsøku fer hon, men tað hendir seg at síggja onkra um summarið, men eingin veit hana hava átt í Føroyum. Steggin, tá ið hann er fullbúgvin, er eyðkendur, tí hann er so nógv flekkutur á høvdi og hálsi, mest hvítur við gráum og svørtum og brúnum litum her og har. Bringa og bak eru svørt, búkurin hvítur. Aftur úr velinum hevur hann tvær avbara langar svartar fjaðrar. Bøgan er eisini flekkut um høvur og háls, brún um bak og bringu. Bæði hava tey ein reyðan lit frammarlaga á nevinum. Ungfuglurin líkist mest bøguni; men hann skiftir lit mangar ferðir, áðrenn hann fær sín rætta brúna, — kennist tó altíð væl av tí, at ógvella er minst av øllum antarsløgum, her á sjónum síggjast. Eisini hon eigur norðuri í kuldalondunum, Svalbarði, Grønlandi, Íslandi.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Antarsløgini

Antarsløgini kennast frá gásunum av tí, at tey eru smærri á vøkstri og meira lágføtt. Á øllum teimum eru steggin og bøgan mestu tíðina á ári sera ólík á liti; men í klekingartíðini og eitt sindur longur út kunna tey vera so lík, at tey kennast ikki at.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017