• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Holocaust

Á hesi temasíðu er evnið holocaust. Á síðuni eru almennir upplýsingar, undirvísingarupplegg og slóðir til tilfar í Námi at brúka í skúlanum.

Tað var undir seinna heimsbardaga, at umleið 6 milliónir jødar umframt fólk frá øðrum minnilutabólkum, so sum samkynd, vórðu dripin. Hetta verður kallað holocaust.

27. januar minnast vit holocaust. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz. 

Orðabókin

Ensk-føroyska orðabókin gevur orðinum holocaust [‘hɔləkɔ:st] n tríggjar týdningar:

1 blóðbað, hópmorð, hópdráp

2 eldur, eldsbruni (har nógv láta lív); (átr.) brennioffur; the Holocaust (nazistanna hópmorð av jødum)

3 oyðing; stór vanlukka, ragnarøk

Sonderkommando

Í sambandi við altjóða holocaust dagin í 2013 hevði Útvarpið fýra sendingar um evnið, har Kári Sólstein tosaði við Róland í Skorini, studentaskúlalærara. Í fjórðu sendingini verður tosað um eitt tað truplasta dilemma úr fangalegunum: Sonderkommando. Hetta eru jødar, sum er noyddir at arbeiða saman við nasistunum, ið hava sett sær fyri at drepa allar jødar. Sonderkommando er evnið í nýggja virðislønta filminum Sonur Saul.

At kjakast um í flokkinum: Vóru hesir jødarnir svíkjarar ella hetjur?

Her er fjórða sendingini: Sonderkommando 

Her eru allar sendingarnar um holocaust 

Í hesi útvarpssending grundgevur Róland í Skorini fyri, hví vit eiga at læra um holocaust í skúlanum.

Lebensborn

Í 1935 kunngjørdi týski nasisturin Heinrich Himmler ætlanina Lebensborn, sum merkir lívskelda. Miðvísa ætlanin var at seta arisk børn í verðina. Ógiftar ariskar kvinnur og SS-hermenn skuldu fáa ljóshærd børn, sum høvdu norðurlendskt dæmi. Lebensborn-barnaheim vóru í Týsklandi, Póllandi, Belgia og í Noregi, har ikki færri enn 9 heim vóru frá 1941. Myndin er frá fyrsta norska Lebensborn-heiminum, sum var í Hurdal. Eftir kríggið skrásettu norskir myndugleikar 8000 børn, sum har í landinum høvdu týskan SS-pápa. Frá 1939 vórðu børn rænd í Póllandi, Fraklandi og øðrum londum við, at vaksa upp í Nasitýsklandi. Onkrar keldur siga, at so mong sum 200.000 børn vórðu rænd á henda hátt. Eftir kríggið eru allar keldur brendar, so ilt er at meta um, hvussu mong børn vóru tvungin í ætlanina Lebensborn.

At tosa um í flokkinum: Haldið hugsanina um Holocaust upp móti Lebensborn. Hvat framtíðarsamfelag sóu nasistarnir fyri sær?

Tilfar um holocaust - í savninum

 

Flokssett

  • Anna Frank - dagbókin
  • Anne Franks dagbog (Birte Carlé)
  • Búrið
  • Claras krig

 

Krabbabøkur

  • Anna Frank
  • Jødatýningin

 

Filmar

  • Anna Frank - dagbókin
  • Anne Franks rejse : en film
  • Anne Frank remembered
  • Anti-semitisme i det 21. århundrede
  • Drengen i den stribede pyjamas (spælifilmur)
  • Himler, Hitler og fall Triðja Ríkisins
  • Jeg hedder Arlette og jeg overlevede Auschwitz
  • Jøden og arieren
  • Jødernes historie 1-5
  • Love Story Berlin 1942 (heimildarfilmur við donskum undirteksti)
  • Nazismen I-II-III
  • Schindlers Liste (spælifilmur)
  • The world at war
  • Theresienstadt : danske børn i nazistisk fangenskab

 

Leita í savninum eftir øðrum tilfari.

Ketubræv

Fyri 10 árum síðan var Facebook ikki so vanligt millum fólk. Tá ferðaðist hetta ketubræv á netinum. Innihaldið er ein stutt myndarøð, ið lýsir holocaust, sum tá hevði 60 ár á baki. Endamálið við ketubrævinum var at minna á hendingina, sum vit rópa holocaust. Tey, sum sendu ketubrævið, vildu forða fyri, at hetta hendi aftur. Hvat heldur tú um myndarøðina?

Les ketubrævið her.

Ríkisleiðarar minnast holocaust

Altjóða holcaustdagur er 27. januar. Í 1998 setti svenski forsætisráðharrin Göran Persson á stovn The International Holocaust Remembrance Alliance. Endamálið var at fáa ríkisleiðarar at síggja til, at skúlatilfar og upplýsandi átøk um holocaust skuldu fáast til vega og verða brúkt í øllum heiminum. Táverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, og bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, vóru báðir við at seta sjøtul á ætlanina. Í dag eru 31 limalond, 10 eygleiðaralond og sjey altjóða felagsskapir í The International Holocaust Remembrance Alliance.

Skiftið orð í flokkinum um týdningin av, at ríkisleiðarar vilja hava okkum at minnast holocaust. Kundi tað øvuta hugsast, at mælt varð til, at eingin skuldi minnast holocaust?

Veruleikin goymdur í 70 ár

Í 1945 savnaði bretski sjónvarpsmaðurin Sidney Bernstein eitt filmslið, sum skuldi lýsa ræðuleikarnar í týsku týningarlegunum. Millum filmsfólkini vóru Alfred Hitchcock og komandi bretskir politikarar, sum skrivaðu handritið til ætlaða filmin. Teir savnaðu tilfar til ein heimildarfilm, ið fekk arbeiðsheitið German Concentration Camps Factual Survey. Tilfarið varð fingið til vega frá bretskum, amerikanskum og sovjettiskum filmsfólkum, sum høvdu skrivað tíðindi og gjørt reportasjur úr 11 týningarlegum, teirra millum Auschwitz, Buchenwald, Dachau og Bergen-Belsen. Á hesum filmum sóust svøltaðir fangar, lík, brendar menniskjaleivdir úr ovnunum, mannahár upp í sekkir, brillur og tenn. Filmsupptøkurnar og ætlanin at seta alt saman til ein upplýsandi film, vóru mettar ov ógvusligar at vísa alment. Tí varð filmurin goymdur og gloymdur. Ikki fyrr enn 70 ár seinni gjørdi mannfrøðingurin André Singer í 2014 filmin Night Will Fall um upplýsandi ætlanina frá 1945. Filmurin vann virðisløn á filmstevnu í Jerúsalem í 2014. Niðanfyri er treylarin til filmin. 

At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvat kundi hent, um filmsupptøkurnar aldri komu fram?

Undirvísingarupplegg

Undirvísingargongd í fimm pørtum um filmin <i>Life is Beautiful</i>, har næmingarnir m.a. orða eitt bræv til leikstjóran.
Undirvísingargongd um kríggj og sensur í myndlist við støði í list hjá týsku Käthe Kollwitz.
Undirvísingargongd í fýra pørtum um filmin <i>Schindler's List</i>, har vit m.a. hugsa okkum at møta trimum persónum úr filminum.
Undirvísingargongd, har næmingarnir gjøgnum heavy rock læra um holocaust og um norrøn symbol, sum hugtóku nasistarnar undir krígnum.

Propaganda

Í orðabókini lesa vit, at propaganda er at tala fyri ávísum hugsjónum og at breiða hesar hugsjónir út millum fólk. Undir seinna heimsbardaga vóru týskir nasistar meistarar í at skapa propaganda. Tað kundi vera, tá Hitler talaði til fólkið, ella tá Leni Riefenstahl gjørdi film. Í danska heimildarfilminum Theresienstadt - danske børn i nazistisk fangenskab verður víst nágreiniliga, hvussu nasistar brúktu propaganda. Í einum broti, sum varir 7 minuttir, sæst, hvussu nasistarnir billa almenninginum inn, at Theresienstadt er eina góð lega. Børnini hugna sær, fáa mat, ganga í skúla og spæla í einum sangleiki. Men veruleikin er ein annar. Eftir filmsupptøkurnar verða øll send til týningarleguna Auschwitz. Við danskari talu sæst hetta dømið um propaganda niðanfyri.

At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvat er endamálið við propaganda?

Ferðafrásøgn úr Auschwitz-Birkenau

Í juni í 2015 vitjaði Pól Jespersen nasistisku legurnar Auschwitz-Birkenau, sum vóru savningarlega, arbeiðslega og týningarlega fyri jødar og mong onnur fólk. Krakow er millum býirnar í Evropa, sum vórðu spardir undir seinna heimsbardaga, so her eru nógv gomul hús og støð at síggja. - Millum útferðirnar var ein, sum vit høvdu teknað okkum til, men sum kortini ikki var so hugalig, sigur Pól, og fer at siga frá um dagin, tá bussurin kom á hotellið eftir teimum. Tað tók bara halvanannan tíma at koyra úr miðbýnum til inngongdina til nasistisku Auschwitz-leguna við eyðkenda skeltinum Arbeit macht frei.  

Les meira

Love Story: Berlin 1942

Hetta er heimildarfilmur úr Berlin um týsku Lilly Wust. Í 1942, tá søgan tekur við, er hon arisk húsfrúgv við Hitler á vegginum, manni í herinum, og hevur fingið heiðursmerki fyri at bera fýra synir. Men so møtir hon Felice Schragenheim, sum er 20 ár yngri. Tær báðar verða forelskaðar. Hon hugsar ikki um, at Felice er av jødiskari ætt. Í hesum vakra heimildarfilmi um eina veruliga kærleikssøgu undir krígnum, vísir Lilly myndir og brøv, sum lýsa teirra samband. Jødiska Felice var í loyniligu mótstøðurørsluni. Í 1944 velur hon at stríðast í Berlin, heldur enn at flýggja til trygga Sveis, sum var uttanveltað. Gestapo finnir Felice, og Lilly sá hana aldri aftur. Erica Fischer úr Eysturríki hevur beinanvegin skrivað um tær báðar kvinnurnar. Bókin er støðið undir spælifilminum Aimée & Jaguar, sum týski Max Färberböck gjørdi í 1999. Heimildarfilmurin, Love Story: Berlin 1942 (Catrine Clay, Bretland, 1997), sum sæst niðanfyri, hevur vunnið altjóða virðislønir. Hann varir 47 minuttir, hevur enskan undirtekst og kann síggjast uttan aldursmark. Filmurin fæst eisini í Námi við donskum undirteksti.

At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvør skrivar oftast heimssøguna?

Sonur Saul - ein nýggj holocaustsøga

Enn koma nýggjar søgur um holocaust fram. Nýggjasta er um Saul Ausländer, ið er høvuðspersónur í ungarska virðislønta filminum Sonur Saul (2015). Vit eru í týningarleguni Auschwitz-Birkenau í oktobermánaði í 1944. Saul er ungarskur limur í Sonderkommando, sum er ein bólkur av jødiskum fangum. Teir eru tiknir úr leguni og noyddir at arbeiða saman við nasistunum, sum hava sett sær fyri at drepa allar jødar. Meðan Saul er til arbeiðis í líkbrenningarhúsinum, sær hann líkið av einum drongi, sum hann heldur verða sín egni sonur. Tá teir í Sonderkommando tingast um at gera uppreistur, roynur Saul at bjarga líkinum, so tað ikki bara verður brent. Hann fer at leita eftir einum rabbinara at lesa Kaddish, eina seinstu bøn, so drongurin kann verða sømuliga jarðaður. Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikudagin 2. mars í 2016 kl. 20:00.

At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvørja ávirkan hava nærmyndir?

Er holocaust bara søga?

Tá vit viðgera holocaust í skúlanum, er umráðandi at minnast til, at tað vóru ikki bara Hitler og nasistar, sum gjørdu seg inn á jødar undir øðrum heimsbardaga. Í søguni hava nógv størri bølmenni tikið lívið av øðrum og nógv fleiri fólkum.

Sagt verður, at meðan týski Hitler drap 17 milliónir fólk í krígnum, drap sovjettiski Stalin 23 milliónir og kinesiski Mao tilsamans 78 milliónir fólk. Summar keldur siga onnur tøl, men greitt er, at Hitler er ikki tann leiðarin, sum hevur dripið flest fólk í søguni. 

Annar heimsbardagi hevur kostað flest mannalív í allari krígssøgu. Ymsir mátar eru at seta tølini fram og at bera tey saman. Her er ein amerikansk grafisk framseting, sum í 18 minuttir greinar holocaust og øll deyðstøl undir krígnum.

Summi eru, ið avnokta holocaust. Tey siga, at ræðuleikarnir aldri hendu, men eru ein jødisk samansvørjing. Kendasti holocaust-noktari er bretski høvundurin David Irving.

Søgusýnið broytist, og vit kunnu lesa nýggjar upplýsingar í nýggjum bókum. Amerikanski søguprofessarin, Tomothy Snyder, sum í 2013 fekk Hannah Arendt virðislønina, hevur júst givið út bókina Black Earth: The Holocaust as History and Warning (2015). Snyder roynir at skilja Hitler, jødar og holocaust á ein nýggjan hátt.

Allar tíðir hava sínar avbjóðingar. Nú eru 70 ár liðin, síðan Hitler doyði. Tí er bókin Mein Kampf frí at geva út, um myndugleikarnir í Bayern, sum eiga rættindini, ikki forða fyri tí. Í týskum biografum er skemtifilmurin um ein núlívandi Hitler, Er ist wieder da (2015), millum teir best umtóktu. Spurningurin er, um skemt kann gerast úr øllum.

Umframt í søgubókum og lærubókum, fáa vit í miðlunum at vita um fólk, sum eru forfylgd og flýggja, oftast tí at kríggj og ófriður er í teirra heimlandi. Men vit hoyra ikki alla tíðina um alt, sum fyriferst. Journalistar tosa um hvítar blettir á heimskortinum, tað eru støð, har eingin veit við vissu, hvat hendir. Tað kann vera tí, at landið er stongt fyri umheiminum, ella tí at støðan er so ótrygg, at eingin vágar sær hagar.

Í Sýria og londunum har umkring hoyra vit um ófrið og forfylging, so fólk flýggja til tryggari lond. Í Afrika hava vit hoyrt um fólkamorð í fleiri londum. Í øðrum londum sum Norðurkorea er so afturlatið, at vit bara kunnu gita, hvussu fólk hava tað.

Tí er umráðandi at kanna keldur og altíð verða kritiskur, tá ein lesur.

Eru vit kritisk, er Wikipedia besta kelda til nýggjar upplýsingar, eisini um kríggj og ófrið beint nú.

Á Wikipedia finna vit eisini dagførdar upplýsingar um altjóða vápnasølu. Svenski stovnurin SIPRI hevur síðan 1989 gjørt upp, hvussu mong vápn verða seld í meginpartinum av heiminum. Hvørt ár verður ein árbók givin út. Her er tíðindaskriv frá SIPRI um komandi árbókina.

Setið heimskortið hjá Námi á veggin og finnið tey støð, har mesti ófriður er í heiminum. Skiftið orð um, hví ófríður er. Hvat er tað, sum kríggjast verður um? Hvørjar eru avleiðingarnar av kríggi?

Auschwitz

Heimssøga er bókarøð hjá Námi, sum er ætlað 7.-9. flokki í søgu. Í triðju bókini verður Auschwitz viðgjørt sum ein steðgistaður. Tað er eitt søguligt tema, sum verður útgreinað og endar við spurningum, sum arbeiðast kann við í flokkinum. Á permuni sæst Charlie Chaplin sum Hitler í filminum The Great Dictator (1940), har Chaplin ger gjøldur burtur úr nasismuni.

Tak síðurnar um Auschwitz niður sum pdf her.

Bókarøðin hevur eisini eina heimasíðu á Snar. Her ber til at lesa ella hoyra bókina. 

Hvør var Anna Frank?

Anna Frank var 15 ára gomul, tá hon doyði av tyfus í fangaleguni Bergen-Belsen fyrst í marsmánað í 1945. Hóast hon doyði tveir mánaðir fyri krígslok, er hon millum fremstu vitni at siga frá um holocaust og nasistisku brotsgerðirnar móti jødum undir krígnum. Orsøkin er, at hon dugdi so væl at eygleiða og skriva. Áðrenn nasistarnir funnu Onnu Frank og skyldfólk hennara, høvdu tey fjalt seg í einum húsum í Amsterdam í tvey ár. Tá vórðu tey øll send til týningarleguna Auschwitz. Seinni vórðu tey skyld sundur, so Anna kom í fangaleguna Bergen-Belsen.

Anna Frank skrivaði dagbók, sum varð funnin og givin út á mongum málum, eisini føroyskum. Nú 70 eru liðin, síðan hon doyði, eru fleiri, ið halda, at dagbókin eigur at verða frí at geva út og lesa á netinum. 

Í flokkinum kunnu vit samanbera dagbókina hjá Onnu Frank, og ferðafrásøgnina hjá Pól Jespersen, sum er mitt fyri á hesi temasíðu.

Tosið í flokkinum um týdningin at hava eygnavitni á staðnum, sum duga at siga frá, tá nakað álvarsamt er hent. Kjakist í flokkinum um munur er á keldum, sum eru frá fyrstu hond, ella verða sagdar uppaftur av øðrum, sum ikki hava verið á staðnum. Kann søgan skeiklast til fyrimuns fyri tann, sum ber hana fram? Og kann onkur at enda siga, at søgan aldri hendi? Endapurningurin í flokkinum er: Hvør týdningur er, at vit kenna søguna?  

Uppgávur

Hin góða søgan

Ein søga, sum er væl umtókt í USA, er, at danski kongurin undir krígnum, Christian X kongur, skuldu bera eina gula stjørnu at stuðla jødunum í Danmark. Amerikanska holocaust savnið avsannar hesa søgu og sigur, at hetta er ein myta. Av savninum, United States Holocaust Memorial Museum, siga tey eisini, at í USA er ein líknandi søga frá somu tíð, ið sigur, at allir danir gingu við gulari stjørnu undir krígnum. So var ikki.

Tað eru nógv viðurskifti, sum kunnu elva til, at søgur verða íspunnar, ella hava eitt vet av sannleika, sum ætt eftir ætt verður til eina symbolska søgu við góðum og lærandi innihaldi. Tílíkar søgur kunnu vera royndir at skapa fatan av tí illa, sum býr í okkum øllum, men samstundis aldri at gloyma tað góða. Ein tílík bók er Søgan hjá Eriku.

Her er uppskot um uppgávur til evnið í ein tíma: Fyri hvørjum verður søgan søgd? Hvør er tað, sum sigur søguna? Hvørji ættarbond hevur frásøgufólkið? Hvønn týdning hava familja og ættarbond? Hvønn týdning hava søgur sum henda? Kunnu tær læra okkum nakað?

Setið tykkum í runding og lesið søguna hjá Eriku upp í flokkinum.

Hetta er bók um, hvussu jødar eru týndir ígjøgnum allar tíðir, serliga undir seinna heimsbardaga. Í hesari bókini kanst tú lesa um, hvat tað var, sum hendi, og hví tað hendi. Bókin er grundað á søguligar hendingar og frágreiðingar frá teimum, sum komu undan krígnum á lívi.

Uppgávur

Eykauppgávur

Leon Leyson var 9 ára gamal, tá nasistarnir gjørdu innrás í Póllandi, har hann búði. Hálvt ár seinni varð húskið hjá Leon sent til Krakow at búgva í eini ghetto. Hann misti tvey av fimm systkjum. Í allari neyðin fekk hann arbeiði á verksmiðjuni hjá Oskar Schindler og kom undan ræðuleikunum við lívinum. Í 1949 flutti hann til USA og undirvísti á Huntington Park High School í 39 ár. Leon var 83 ára gamal tá hann doyði í januar í 2013. Dagin fyri hevði hann givið forlagnum í California handritið til bókina The boy on the wooden box. Bókin fæst á donskum sum Drengen på Schindlers liste.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2016