• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Dýrið bløðir


Hetta filmstilfar, sum vendur sær til miðnám og elstu flokkar í fólkaskúlanum, er um, hvussu blóð verður brúkt og fatað í miðlum og á filmi, serliga í sambandi við grindadráp.

Niðast í tekstinum eru uppgávur at arbeiða við í flokkinum.

Blóð setur mark

Ofta er trupult at síggja blóð á filmi ella í sjónvarpi uttan at ógvast. Í øllum mentanum merkir blóð at nakað álvarsligt er hent. Blóðið setur eitt mark millum fyrr og nú, ella millum lív og deyða. Tað kann vera mánasjúka, sum í øllum mentanum ber boð um skiftið frá at vera genta til at verða kvinna, og kunna eiga børn. 

Í tekstasavninum Les 3 (2009) stendur stuttsøgan Blóð eftir Lydiu Didriksen. Søgan er eisini ljóðbók.

Tað kann eisini verða ítøkilig boð um kríggj og grima hevnd, har ættarbólkar leypa á og vísa makt við at drepa, so ein farleið av blóði sæst júst har og soleiðis, sum hin sterkari vil, tí hann ella hon ræður. Í Gamla Testamenti lesa vit í Aðru Mósebók, at “tá ið hann (Harrin) sær blóðið á duratrænum og á báðum durastøvunum, man hann fara um dyrnar og ikki lata oyðaran koma at húsum tykkara til at meina tykkum.” Blóðið hevur í hesum føri avgerandi týdning, vil ein verða spardur.

Einki blóð í okkara stovu

Í altjóða miðlasøgu verður sagt, at orsøkin til at Vjetnamkríggið endaði, var, at blóðdálkaðar krígssøgur komu inn í hvørja stovu í USA, so hvørt sjónvarp bleiv vanligt. Fleiri vildu vera við, at móti blóði nyttaði ikki at siga nakað. Samstundis sum tey allar flestu aldri síggja slakt, breiðir seg ein sannkenning um, at blóð merkir nakað harðrent og endaligt, sum upplýsti borgarin ikki á nakran hátt vil eiga lut í. Allíkavæl keypa vit kjøt í handlinum og gevast ikki at eta dýr, sum bløða. Samstundis sum vit gloyma at dýri bløðir, tí vit síggja ikki inn í sláturhøllina, verður blóð sterkasta signalvirði á filmi og í sjónvarpi. Nú skal filmur verða stovureinur og ikki blóðdálkaður, siga øll filmseftirlit. Eitt mótrák tekur seg upp, sum fær heitið splatterfilmar. Teir gerast vælumtóktir sum eitt subversivt mótmæli móti allari yvirvøld, ið vil áseta hin góða smakkin í list og undirhaldi. Eisini politisk plakatlist tekur seg upp sum eitt mótrák í undirhaldsverðini, ofta í skemti, men eisini i álvara

Miðlarnir fáa tað afturlønt

Úr hesum ivasama ráki koma listarliga eksperimenterandi filmar sum Natural Born Killers (Oliver Stone 1994), ið varð bannaður at vísa í Føroyum. Filmurin vildi júst vísa á tað sarkastiska í at almenn sjónvarpstíðindi valka sær í blóði og harskapi, tá sagt verður frá úr heimsins brennideplum og beint innar í stovuna. Her eru seinastu 10 minuttir í filminum, sum helst er ein skortfleingja til sjónvarpsmiðlarnar og teirra tíðindi:

Blóð í uppvøkstri

Ymsa staðni í heimi er tað, sum um tíðin stendur still. Eitt av hesum støðum eru Føroyar, har vit eru fegin um at halda grindini til, tí hon er Guds gáva. Eru vit vaksin upp við grindadrápi, so vita vit hvønn lit havið fær, tá hvalurin verður skorin á háls. Men eru vit fremmand, hugsa vit ikki so, tí vit hava ikki mentanarliga førleikan at halda ógvusliga blóðinum burturi. Vit hava einki blóð-filtur. Hava vit aldri sæð slátur áður, ógvast vit við, tá vit síggja ein grindamann leypa á bláman og svimja í sveita, rópandi við ógvusligum vápnum, meðan børn standa og hyggja.

Mentanarmunir

Soleiðis renna ymiskar mentanir við hvørt saman. Í okkara heimsparti øtast man við, at kinesarir eta hundar, okkara bestu vinir, og at tey í Avstralia eta kenguru – eitt so fitt djór, sum eisini er tjóðardjór. Úti í heimi og í Føroyum eru nógv fólk, sum øtast, tá vit í Føroyum eta lunda og ikki minst grindahval, sum eru vøkur djór og tingarlig djór. Men eisini innan føroyska mentanina eru munir. Munir millum fyrr og nú, munir millum tað, ið fólk halda vera “føroyskt”, og munir millum, hvat føroyingar sjálvir halda skal henda við grindadrápinum framyvir. Ein føroysk rødd, ið talar fyri friðing av grindahvali í Føroyum, er Marna Frida Olsen. Hon stendur aftanfyri heimasíðuna, grindabod.fo. Her sæst einki blóð. 

 

 

Djóraverndarfelagsskapir

Hóast føroyingar aldri verða settir í bólkin upprunafólk, er grindadráp ein væl lýstur máti at fáa mat á føroyska borðið. Alt úr hvali verður gagnnýtt og kann skjálprógvast í 500 ár ella so. Munurin er bara blóðið, sum sæst so væl, tá dýrið verður dripið á sjónum. Blóðiga grindadrápið verður tí ein avbjóðing hjá djóraverndarfelagsskapum uttan úr heimi. Hesir fremmandu felagsskapir, sum ikki hava okkara mentanarliga kodex, vilja steðga grindadrápi, kosta hvat tað kosta vil. Í teirra eygum eru vit barbarar, sum dáma væl blóð. Retorikkurin verður ógvusligur frá báðum síðum, tí partarnir eru so langt frá hvørjum øðrum, sum slepst. Í 2010 hendur ein broyting í altjóða samfelagnum, tí ein amerikanskur heimildarfilmur, The Cove (Louie Psihoys 2009) vinnur Oscarvirðisløn fyri besta heimildarfilm hetta árið.

Undir yvirskriftini At drepa dýr í loyndum er filmurin The Cove ummældur afturvið hending í Føroyum, har ein bóndi sker eitt bein av einum lambi.

Angrandi maður

Filmurin lýsir amerikanaran, Ric O’Barry, sum vandi Flipper springararnar í Flordia í 1960’unum, ið øll elskaðu at síggja, eins og hundin Lassie í 1950’unum. Í dag angrar O’Barry og tárar, tí hann heldur seg hava gjørt dýrunum órætt.

Japanarar avdúkaðir

Ric O’Barry fer til Japans at fáa fiskimenn í Taijivíkini at gevast at drepa springarar. Við á ferðini er amerikanska filmsliðið, sum fær altjóða virðisløn fyri avdúkandi avrikið. Eitt brot úr The Cove kann síggjast her:

Uppgávur:

1.

Hvønn týdning hevur blóð í filmi og sjónvarpssendingum? Ger nákvæmar eygleiðingar í aktuellum sendingum og finn dømi um, hvussu blóð verður brúkt í frásøgnum av ymsum sløgum. Er munur á veruligum blóði av hermótinum og hvussu blóð verður brúkt í undirhaldsfilmi? Finn dømi og greina munin.

 

2.

Hyggið í matbókina Koks (Bent C Forlag 2012) og berið hana saman við bókina 2 minutes (Incra 2011). Heftið tykkum í báðum førum við grind og grindadráp, og kannið eftir í hvønn mun blóð sæst aftur í bókunum. Er nakar munur á at síggja grindadráp við ella uttan blóð? Greinið og greiði frá, hvat tit halda um myndabrúkið í báðum førum.

3.

Hyggið eftir hesi permuni á blaðnum PREI. Myndin vísir ein føroyskan grindamann in action. Hann sær barbariskur út, er í føroyskari troyggju og hevur gamlan spískan sóknarongul, sum ikki verður brúktur longur, í hondini. Aftanfyri síggjast Risin og Kellingin og fremst sæst alt blóðið, sum er við sjóvarmálan, tá grindadrápið er. Men myndin er tilgjørd í øllum løgum. Blóðið, sum er fremst fyri, er frá neytaslakti, nettup fyri at varpa ljós á slakt og at dýrið, sum vit vilja eta, bløðir. Kann ein tílík mynd gerast til heimamarknaðin einans? Kunnu vit forða fyri, at myndin kemur í útlendskar hendur og fær áskriftina Welcome to Hell? Greið frá marknaðarátakinum at varpa ljós á slakt, og takið støðu til, um henda mynd varð betur ógjørd.

4.

Hyggið eftir hesum tíðindabrotinum á donsku rásini TV2 (19. august 2014) og takið støðu til innihaldið og býtið millum dystandi partarnar, og hvørt annar ella hin parturin fær størri samtykki frá journalistinum:

5.

Hvørjum heldur tú við? Ber til at skoða grindadráp sum fremmandur og taka undir við hesum drápshátti? Er ein ávisur framgangsmáti, at skilja grindadráp? Kunnu onnur enn føroyingar skilja grindadráp? Hvussu verða tey bæði børnini brúkt í tíðindunum? Hvussu fatar tú teir grindamenn, sum síggjast í hesum tíðindunum? Hvussu fatar tú løgmann? Hví er innslagið gjørt til eina danska rás akkurát henda dag? Skiftið orð um grindadráp í sjónvarpstíðindum og kannið eftir, hvat onnur, sum ikki eru føroyingar, halda.


6.

Hygg eftir filminum Grindahvalur og les innihaldið á heimasíðuni. Filmurin er eitt samstarv millum føroysk og útlendsk djóra- og umhvørvisverndarfólk við íkasti frá Sir David Attenborough. Hvat er tema í filminum? Hvør er boðskapurin, og hvussu verður boðskapurin lýstur? Hvussu verður grindadráp lýst í filminum? Hvussu er hendan lýsingin av grindadrápi ørðvísi, enn tann á til dømis whaling.fo hjá Føroya Landsstýri? Og hvussu er hon ørðvísi enn tann hjá Sea Shepherd? Tak støðu til, um grindadráp er við at broytast sum partur av føroyskari mentan. Fer grindadráp at verða ein trupulleiki at marknaðarføra Føroyar? Hvussu?

7.

Lesið hesa grein hjá Sjúrði Skaale, fólkatingslimi, í Jyllands-Posten 21. august 2014. Takið støðu til, um føroyskt grindadráp er ein politiskur spurningur at taka upp á Fólkatingi, og taki eisini støðu til, hvørji argument Sjúrður brúkar, hvussu hann leggur tey fram og hvørjum hann svarar. Hvørjum heldur hann við? Eru tit samd í uppáhaldunum og í niðurstøðuni?:

8.

Lesið hesa grein á Facebook:

9.

Høgni Rasmussen, táverandi stjóri í Sansum, skjýtur upp, at almennu Føroyar seta eina Grinda Task Force beinanvegin. Lesið tekstin og taki støðu til argumentini. Berið saman við filmin The Cove og hugsi tykkum, um tað eydnaðist Sea Shepherd at gera ein líknandi film í Føroyum. Takið støðu til, hvørja ávirkan tað kundi fingið á Føroyar í altjóða eygum og samstarvi.

Hesa myndakollasju av grindadrápi og Merkinum gjørdi Ole Wich í 2000.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017