• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Filmar og miðlar

Amboð: myrkt rúm, telda, uppvørpa og lørift ella talva, ið er góð til film, skulu vera tøk amboð, umframt filmarnir “Kongekabale”, “Hærværk”, “All the president’s men” og “Good night, and good luck”. Eisini bókin “Blíð er Summarnátt á Føroyalandi” skal vera tøk hjá flokkinum. Bókin “Skjót journalistin” kann eisini vera hent handbók. Filmarnir “Wag the Dog”, “JFK” og sjónvarpsrøðirnar “Borgen” og “House of Cards” kunnu eisini vera hentir filmar at hava tøkir. Býarbókasavnið í Havn hevur hópin av dvd-filmun ókeypis til láns.

Inngangur:

Fleiri filmar viðgera fjølmiðlar og tað arbeiði, sum fer fram har. Serliga nógvir amerikanskir filmar hava ein fjølmiðil, blað, útvarp ella sjónvarpsstøð, sum karm um søgugongdina. Filmarnir kunnu vera álvarsligir, spennandi ella skemtiligir. Teir kunnu eisini vera dokumentariskt staðfestandi og lýsa ein søguliga hending.

Les ”Blíð er summarnátt á Føroyalandi”

(Jógvan Isaksen 1990)
Hvør er høvuðspersónurin? Hvat heldur hann um føroyskar fjølmiðlar? Tak støðu til, um hetta er tað bera uppspinn ella ein beinleiðis og tilætlaður kritikkur av føroyskum fjølmiðlum. Kundi høvuðspersónurin verið settur inn í ein film? Um so er, hvat slag av filmi? Lýs stíl og umhvørvi í filmum, ið møguliga kunnu samanberast við søguna.

Hygg eftir danska filminum ”Kongekabale”

(Nikolaj Arcel, Danmark 2004)
Tá filmurin byrjar, er Ulrik Torp tíðindamaður, sum vil fram í verðini. Hann fær starv á Christiansborg og eigur skjótt forsíðusøgur og verður siteraður í øðrum miðlum. Men so er eitt brot í filmsgongdini. Hvat er tað, sum hendir? Er tað eitt orð, hann leggur merki til (kispus), ella er tað ein brævbjálvi við onkrum í? Finn orsøkina! Lýs persónin Henrik Moll. Hvør er hann? Hvussu er hansara umdømi? Hvat heldur tú um hann? Hvat eru góð tíðindi sambært Ulrik Torp? Hevur hann somu sjónarmið um hetta í byrjanini av filminum, sum í endanum? Einaferð fær Ulrik Torp varhugan av, at alt ruggar ikki rætt í sambandi við ”Verdens Børn”. Hann ætlar sær at skriva um hetta. Tá sigur tíðindaredaktørurin John Erhardsen, at Ulrik Torp skal vera ”ambassadørurin hjá lesaranum”. - Hvat meinar Erhardsen við? Filmurin er um evnið spunasmiðir (spin-doktarar). Hvat er ein tílíkur spunasmiður, sambært filmin? Hvat merkir enska orðið ”spin”? Og hvat er uppgávan hjá einum spunasmiði? Til ber eisini at taka filmin ”Wag the Dog” (Barry Levinson, USA 1997) við í prátið um ”spin”. Les viðtal við Per Højgaard í Sosialinum 23. februar 2007. Hvat heldur Per um spunasmíð? Hvat heldur Per um journalistar í Føroyum? Hvussu lýsir og bólkar hann journalistarnar í Føroyum? Hvat er dagliga arbeiðið hjá Per? Í filmunum ”Kongsekabale” síggjast fleiri veruligir vertir í donskum TV-avísum. Teir lesa fiktiv tíðindi um ”Midterpartiet”. Tak støðu til, um tað er í lagi, at blanda veruleika og fiktión saman á henda hátt. Til ber eisini at taka filmin ”JFK” (Oliver Stone, USA 1991) við inn í prátið. Verður frásøgnin styrkt, ella verður hon veikari, tá fiktión og veruleiki verða blandað saman sum í hesum báðum filmum? Gongur tað út yvir trúvirðið?

Hygg eftir danska filminum ”Hærværk”

(Ole Roos, Danmark 1977)
Hvat er upphavið til filmin? Høvuðspersónurin er journalisturin Ole Jastrau. Lýs hann og umhvørvið, har hannfinnur søgur og tilfar. Vita, um tú kanst finna eitt annað heiti til søguna og filmin um journalistin Ole Jastrau. - Ella er heitið ”Hærværk” tað besta og mest sigandi? Greið frá!

Hygg eftir amerikanska filminum ”All the president’s men”

(Alan J. Pakula, USA 1976)

Hvat er filmurin um? Er hetta ein verulig hending? Royn at samanbera filmin við hin danska “Kongekabale” (Nikolaj Arcel 2004). Ber tað til? Eru nøkur frásøgusnildi, persónar ella støður, sum kunnu samanberast í hesum báðum filmum?

Hygg eftir amerikanska filminum ”Good night, and good luck”

(George Clooney 2005)

Filmurin byggir á veruligar hendingar. Nær og hvar eru vit? Hvør er politikarin og hvør er journalisturin? Fær journalistiska arbeiðið nakrar politiskar avleiðingar? Lærir filmurin okkum nakað? Er nakað føroyskt dømi um journalistiskt arbeiði, ið fær politiskar avleiðingar? George Clooney hevur gjørt filmin. Er tað vanligt at Hollywoodstjørnur gera politiskt atfinningarsamar filmar?

Filmar um journalistar

Fleiri filmar eru gjørdir um journalistar og teirra arbeiði. Teir kunnu vera álvarsligir og skemtiligir, ella søguliga staðfestandi. Klassikarin er ”Citizen Kane” (Orson Welles, USA 1941). Filmurin lýsir fiktiva blaðstjóran Charles Foster Kane, sum í mangar mátar líkist ríkmanninum og blaðstjóranum William Randolph Hearst (1863-1951). Ummælarar halda, at hesin filmur er hin besti, tá umræður filmisk frásøgusnildi yvirhøvur. Ein annar klassikari, ið eisini er um journalistar, er skemtileikurin ”The Frontpage”, sum Ben Hecht og Charles MacArthur skrivaðu til sjónleik á Broadway í 1928. Teir høvdu báðir royndir sum journalistar í Chichago. Leikurin er fýra ferðir gjørdur til film í USA: ”The Frontpage” (Lewis Milestone 1931), ”His Girl Friday” (Howard Hawks 1940) “The Front Page” (Billy Wilder 1974) og “Switching Channels” (Ted Kotcheff 1988). Í filminum “Reds” (Warren Beatty, USA 1981) fylgja vit amerikanska journalistinum John Reed (1887-1920), tá hann við egnum upplivingum lýsir russisku kollveltingina 1917-18. Hesin filmur kann eisini berast saman við “Doctor Zhivago” (David Lean, USA 1965). Hetta eru filmar, ið alment viðgera fjølmiðlar og journalistikk. Í teim uppgávum og spurningum, ið eru aftast í bókini “Fjølmiðlar” (Birgir Kruse 2008), verður meira gjørt burtur úr hesum úrvaldu filmum, sum eisini eru um fjølmiðlar: ”Kongekabale” (Nikolaj Arcel, Danmark 2004), ”Wag the Dog”(Barry Levinson,USA 1997), ”JFK” (Oliver Stone, USA 1991), ”Hærværk”(Ole Roos, Danmark 1977), ”All the president’s men” (Alan J. Pakula, USA 1976), ”Good night, and good luck” (George Clooney 2005), ”Borat” (Sacha Baron Cohen, USA 2006), ”Bowling for Columbine”(Michael Moore, USA 2002).

Frá: "Fjølmiðlar" (Birgir Kruse, Føroya Skúlabókagrunnur 2008)

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017