• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Filmur er sterkasti miðilin

Sagt verður, at filmur er sterkasti miðilin. Kanska er tað so. Tá fólk í franska høvusstaðnum, París, í 1895 fyrstu ferð sóu film, blivu tey hugtikin, men eisini kløkk. Dagin eftir filmssýningarnar, skrivaðu bløðini, at hesin nýggi miðilin var so sterkur, at hann hevði beint fyri seinasta fíggindanum, deyðanum, sum nú var hildin uppat at virka. Myndirnar vóru jú livandi og kundu takast fram aftur og aftur, søgdu tey.

Vit kunnu lættliga staðfesta, at filmur byggir á allar kendar mátar at siga søgur uppá. Tað veri seg á palli, við myndum og ljósi, teksti og ljóði.

Filmur hevur frá byrjan ment seg til at vera ikki bara ein lýsing av gerandisviðurskiftum í samtíðini, men eisini fólksligt undirhald og sermerkt listagrein. 

Í øllum býum eru biografar, har fólk savnast at síggja film saman við øðrum. Umframt at vera undirhald og listagrein, er filmur eisini ein pengamaskina, sum eisini kann seta torfør evni á skránna. Tí er heimsins sterkasti miðil, filmurin, eisini ein valdsfaktorur, sum kann flyta mørk, sum eingin onnur listagrein, men ofta eisini vera nærri ídnaði enn list. 

Dømi um sterkan film, sum á heimligum botni lýsir trupul viðurskifti, er íslendski stuttfilmurin Síðasti bærinn (The Last Farm 2004). Í stuttfilminum sigur Rúnar Rúnarsson (f.1977), sum sæst omanfyri, eina fáorðaða søgu um ein gamlan mann, sum skal taka eina týdningarmikla avgerð í lívslanga parlagnum á bygd. Sama frásøguevni brúkar Rúnar í íslendska spælifilminum Eldfjall (Volcano 2011), niðanfyri.

Skriviroynd: Hygg at øllum filminum, Síðasti bærinn (The Last Farm 2004), sum varir 18 minuttir, og set orð á tínar kenslur, beint sum filmurin er liðugur. Tak støðu til huglagið, tónleikin og náttúruna. Lýs evnini: kærleika, samlív, elli og deyða, so sum tey kom til sjóndar í filminum. 

Uppgáva 1: Sigur umhvørvið og náttúran nakað um, hvar vit eru?
Uppgáva 2: Hvat ger maðurin, tá filmurin byrjar?
Uppgáva 3: Greið frá ljóðinum inni og úti í filminum.
Uppgáva 4: Hvør ringir, at tosa við mannin? Fáa vit úr telefonsamrøðuni greiða fatan av, hvat er hent og hvat nú skal henda?
Uppgáva 5: Hvat samskifti hevur gamli maðurin við umheimin? Tak støðu til, hvat maðurin mann halda um stórbýin mótvegis bygdini.
Uppgáva 6: Hvar er konan í filminum? Eygleið hvat maðurin ger við konuna og hvussu hann er um hana. Hvat býr undir hesi lýsing av viðurskiftunum millum henda mann og hesa konu?
Uppgáva 7: Hvat ger maðurin sjálvur at enda í filminum?
Uppgáva 8: Lýs viðurskiftini millum ættarliðini, børn og foreldur, so sum vit fata tey í endanum í filminum. Greið frá um tú fært skuldarkenslur, og kanska skuldi vitja familju tína oftari enn tú gjørt. Tak støðu til, hvørji ørindi filmsleikstjórin hevur við at lata filmin enda, sum hann ger. Er ein ávísur boðskapur í stuttfilminum?
Mynd: George Jones

Lurta eftir sanginum “He Stopped Loving Her Today” (George Jones 1980) og les tekstin afturvið. Hvat er evnið í sanginum og hvørjir eru persónarnir? Les fyrstu reglu í fyrsta ørindi og seinastu reglu í seinastu ørindi. Hvørjir eru persónarnir í sanginum og hvat er farið fram í tíðini, sum er millum hesar báðar reglurnar? Kann sangurin samanberast við stuttfilmin Síðasti bærinn (The Last Farm 2004)

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017