• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Filmur í Føroyum

Hóast Føroyar eru nýtt filmsland við nógvum gávuríkum ungfólkum, ið bara bíða eftir at sleppa at gera spælifilm í okkara eksotisku náttúru, er føroyska filmssøgan munandi eldri enn flestu geva sær far um. Fyrstu filmsupptøkur á heimavølli gjørdi danski Ole Olsen í 1907, tá Fríðrikur 8. kongur, sum var ávegis til Íslands, steðgaði her. 

Árið fyri hevði Ole Olsen stovnað Nordisk Film, ið er heimsins elsta filmsfelag, sum enn er virkið. Um hetta mundið var longu biografur hjá Ólavi á Heygum í Vestmanna. Hann hevði keypt eitt filmstól í Noregi, sum hann trý ár seinni seldi til starvsfelaga sín Dia av Bø, Andrias Niclasen, sum so fór at vísa film í Havn.

Við einum løttum Kinoamo 35 mm filmstóli við góðari Jena Tessar linsu hava Julius Høgnesen úr Oyndarfirði og systkinabanrið Ingvald Olsen í Havn filmað kongavitjan í 1926. Við sama tóli hevur Julius seinni gjørt nógvar upptøkur, sum nú eru varðveittar á Fornminnissavninum og kunnu síggjast í dvd filmunum Føroyskar søgur (2009).

Síðan hava Føroyar verið baktjald og upptøkustaður, tá ið fremmand fólk hava gjørt film her. Fyrsti filmur, vit í somáta vita um, er svart-hvíti ljóðleysi heimildarfilmurin Farornas Ö, sum tó er eitt slag av spælifilmi eisini. Tað var sviin Sten Nordenskiöld, sum hekk í fuglabjørgunum úti í Skúgvoy í 1929 og tók film av lívinum har, eisini tá tey hildu brúdleyp. Filmurin varð frumsýndur í Stockholm árið eftir. 

Aðrir útlendskir filmar, sum hava brúkt brøttu fuglabjørgini og harða streymin millum oyggjarnar, eru eysturtýska DEFA-filmsfelagið við Schatten über den Inseln (DDR 1952), Selkvinnen (NO 1953), Tro, håb og trolddom (DK 1960), Barbara - wild wie das Meer (BRD 1961), Barbara (DK 1997), Dansinn (IS 1998) og Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet? (NO 2011)

Við hvørki fígging ella ídnaði, hava føroysk filmsfólk higartil dúvað upp á danskt og norðurlendskt samstarv, har útlendingar ofta hava havt leiðsluna. Vegna tvørrandi filmsídnað og fíggjarmøguleikar í Føroyum, fingu handilsmenn hin danska Leo Hansen higar at gera lýsingafilm. Í 1949 lýsti Jørgen Roos ein bónda á garðinum, í 1965 møtti Knud Leif Thomsen merkisverda listamanninum Stefani Danielsen í Nólsoy, meðan Ulla Boje Rasmussen gjørdi spennandi samtíðarlýsingar av fólkinum í Gásadali (1990) og í Mykinesi (1992). Seinni goymdi hon politisku samráðingarnar millum Føroyar og Danmark í filminum Færøerne.dk (DK 2003).

Danski dokumentaristurin Jørgen Roos fekk Jack Kampmann og William Heinesen at skriva handrit, so hann kundi filma Færøerne - Føroyar (DK 1961), ið fekk gyltu Evreux virðislønina. Í 1970’unum varð líknandi samstarv, tá høvundarnir Gunnar Hoydal og Steinbjørn B. Jacobsen skrivaðu handrit til danskan sjónvarpsfilm, og um aldarskiftið fekk Per Zachariassen í lag ungdómssendingar úr Føroyum, sum sama sjónvarp sendi.

Við einum sjáldsama góðum eyga fyri smálutum, tók Jákup Andreas Arge film av gerandislívi í 1960’unum, eisini av siðsøguligum slag, tá tey um sama mundi veltu korn í Húsavík. 

Fyrst í 1970’unum tók framleiðslufelagið Tór Film á seg at lýsa føroysku samtíðina og høvundarnar William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú í sjáldsama virðismikla heimildarfilminum Tríggir varðar (FO 1977). Miðskeiðis í 1970’unum savnaði spanski Miguel Hidalgo leikarar í Havn og gjørdi ein ræðufilm og einfaldu smalfilmarnar Rannvá (FO 1974), Páll Fangi (FO 1975) og Heystblómur (FO 1977).

Sjónvarp Føroya, sum varð sett á stovn í 1984, hevur higartil gjørt fáar spælifilmsroyndir, stuttar sum langar. Nevndir kunnu verða Alfred (FO 1986) hjá Eir í Ólavstovu og Stjórin er á floti (FO 1987) hjá Øssuri Winthereig.

Nýtt samstarv varð roynt við William Heinesen í 1980’unum, tá danski leikstjórin Henning Carlsen søkti um stuðul frá danska filmstovninum at gera spælifilm úr stuttsøguni Don Juan fra Tranhuset, men uttan úrslit.

Katrin Ottarsdóttir, einasti føroyski filmsleikstjóri, ið javnan hevur gjørt vart við seg úti í heimi, sýndi í 1989 fyrsta føroyska spælifilmin, Atlantic Rhapsody (FO 1989) fyri eini altjóða áskoðarafjøld í Norðurlandahúsinum, har 8. almenna norðurlendska filmstevnan varð hildin við Filmsfelagnum sum verti. Hesin fyrsti føroyski biograffilmur varð tikin upp í 16 mm og blástur upp til 35 mm, so biografarnir kundu vísa hann. Filmurin er ein kaleidoskopisk søga úr Havn í 52 senum. Norðurlendska filmstevnan varð nevnd í Variety, og fremsti filmsummælari tá, Derek Malcolm í The Guardian, bar filmin hjá Katrini saman við teir hjá Woody Allen, tá hann lýsti Manhattan. Atlantic Rhapsody vann fyrstu virðisløn á Norðurlendsku Filmstevnuni í Lübeck í 1989. Seinni hevur Katrin gjørt Maðurin ið slapp at fara (1995),  ein road-movie í Føroyum Bye Bye Blue Bird (DK-FO 1999), tríggjar filmar, sum lýsa listamenninar Hans Paula Olsen í Eingin kann gera tað perfekta (FO2008), Tórodd Poulsen í Ein regla um dagin má vera nokk! (FO 2008) og Jóanes Nielsen í Sporini vaksa úr orðum (FO 2009). Saman við dóttrini, Hildigunn Eyðfinnsdóttir, hevur Katrin gjørt fimm hugtakandi svart-hvítar stuttfilmar í eini fimm rúms íbúð við savnandi heitinum Lejlighedsminder (DK 2012). Nýggjasti biograffilmur hjá Katrin er LUDO (FO 2014), sum byggir á yrking úr egna yrkingsavninum Eru koparrør í himmiríki, sum hon fekk bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri.

Eftir túsundáraskiftið bar Teitur Árnason boð um eitt nýtt ættarlið av filmslistafólki við skaldaborna filminum um lívið í Hattarvík, Burturhugur (FO 2002), sum varð frumsýndur á Listastevnu Føroya í Norðurlandahúsinum. 

Síðan tá hava enn yngri fólk eisini sýnt filmislistaligar gávur, so sum Sakaris Stórá, við Passasjeren (NO 2009), Summarnátt (FO 2012) og Vetrarmorgun (FO 2014), Anton Petersen við Skýming (FO 2012), Heiðrikur á Heygum við Sigarett (FO 2010), True Love (2013) og Skuld (2014), Dávur Djurhuus við Terminal (2013) og Andrias Høgenni við Stev (FO 2009), Ávegis (FO 2011), Harmoni (FO 2012), Eina (FO 2013), Det mand ikke taler om (DK 2014) og Kom og dansa (FO 2015).”. Teir hava verið umboðaðir á filmstevnum úti í heimi, og í 2011 vann Sakaris virðisløn í Reykjavik og í 2014 í Berlin.

Undir navninum Magma hava Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir gjørt fleiri stuttar surrealistiskar dansifilmar í svørtum og hvítum, sum hava verið sýndir á altjóða filmstevnum og mótaframsýningum. Hin virkni Heiðrikur á Heygum hevur eisini gjørt fleiri tónleikavideo, eitt nú Orka: Aldan reyð (FO 2011)

Filmsfelagið hevur síðani 1962 víst listaliga áhugaverdan film í Havnar Bio og í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Síðan 2005 hevur Klippfisk verið savningarstaður hjá ungfólki, sum vil royna seg við filmi sum listagrein. Klippfisk er fíggjað av Tórshavnar kommunu og hevur hildið til í hølum hjá gamla Sjónvarpinum. Í 2012 fór Norðurlandahúsið undir ein filmsgrunn, sum læt 200.000 kr til filmsgerð trý ár á rað. Í 2014 fór Mentamálaráðið at lata almennan stuðul til filmsgerð. Í 2015 var upphæddin 700.000 kr, í 2016 1,5 mió og í 2017 er almenna upphæddin til filmsgerð hækkað til 2 mió kr, sum tveir filmkonsulentar gera uppskot um, hvør skal fáa.

Í 2012 vórðu filmsvirðislønirnar, Geytin, sum er 25.000, og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, ið er 15.000 kr, latnar fyrstu ferð á almennum filmskvøldi, sum er í Norðurlandahúsinum 11. desember. Síðani í 2015 hevur Tryggingarfelagið Føroyar latið vinningin. Nú er avtala við BankNordik at lata Geytavinningin.

Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015 og Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016.

Hin 6. september í 2017 frumsýndi Sakaris Stóra Dreymar við havið, sum er fyrsti filmur, hann hevur gjørt í spælifilmslongd. Høvuðsleikarar eru Helena Heðinsdóttir, sum er Ragna, og Juliett Nattestad, sum er Ester. Filmurin fær bestu ummæli í Dimmalætting og í Kringvarpinum. Uttanríkistænastan hjá Føroya løgtingi endurtekur á enskum tey góðu føroysku ummælini.

Í 2017 er eingin Geytakapping.

Birgir Kruse september 2017

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017