• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sum lús millum tvær negl

Filmiskar søgur verða ofta effektivari fortaldar og lættari at skilja, tá vit kenna á okkum, at høvuðspersónarnir eru sum lús millum tvær negl. Hesin veruleiki kann síggjast í fleiri filmum, sum eru úr Póllandi, ið er eitt av londunum, sum verða lýst í nýggja atlasinum. Í føroyska partinum verður staðfest, at flestu menn, sum ikki eru føddir í einum Norðurlandi, eru póllendingar. Í altjóða partinum verður upplýst, at UNESCO hevur skrásett serliga stóran part av heimsarvinum júst í hesum landi. Hinvegin er tað ein annarleiðis veruleiki, at einki annað land í verðini hevur flutt mark so ofta sum Pólland. Umframt at landamørkini flyta seg, er landið í fleiri førum horvið av kortinum, sum sæst í hesum broti niðanfyri:

 

Hesi marknaðarstríð hava ført við sær, at fólk í hópatali eru flutt burtur og í summum førum týnd av ráðandi grannalondum, eystanfyri og vestanfyri. Hóast talan er um spælifilmar til biograf og sjónvarp, kunnu fleiri pólskir filmar brúkast sum keldur til at lýsa, hvussu skiftandi landamørk ávirka lokala fólkið og serliga eyðmerktar bólkar, eftir at kríggj og stríð um landamark er av.

Filmur stendur sterkur í Póllandi. Í pólska býnum Stettin er heimsins elsti biografur, Pionier, sambært Guinnnes Book of Records. Fleiri kendir filmsleikstjórar eru í Póllandi og teir hava ofta lýst landið, sum av krígsávum skiftir mørk og hvussu hetta ávirkar fólk. Dømi um hetta er masurfólkið.

sum eftir seinna heimsbardaga verður lýst í filminum “Róza” (Wojciech Smarzowski 2011). Leikstjórin er føddur í 1963 í Krosno, sum er sunnast í Póllandi, dygst við Ukraina og Slovakia. Í Krosno sigst heimsins elsta oljuboring at vera gjørd. Her er brellbiti úr pólska filminum “Róza”:

 

Rithøvundarnir Siegfried Lenz (f.1926) og Günter Grass (f.1927) eru føddir í fyrrverandi pólskum landaøki, men skriva á týskum. Grass, sum sjálvur er av kasjubfólkinum har norðuri í Póllandi, lýsir í skaldsøguni “Die Blechtrommel” (1959), sum er gjørd til film í 1979, Oskar, sum ikki vil verða vaksin. Søgan fer fram frá 1924 og fram, tá nazistar kom til maktina í Týsklandi. Her er brellbiti úr filminum Die Blechtrommel av heimsíðuni hjá The Criterion, har eisini upplýsingar eru um filmar úr altjóða filmssøguni.

Nýliga er komið fram, at tað var eftir boðum frá Beria og Stalin, at russiskir hermenn í 1940 beindu fyri minst 22 000 póllendingum í Katynskóginum. Tey vóru øll í leiðandi størvum í herinum og á universitetinum. Í 1943 løgdu nazistar lítlu samnevndu bygdin, Katyn, í oyði av nazistum. Fólkamorðið í Katyn í 1940 er evnið í filminum “Katyn”, sum kendasti pólski filmsleikstjórin, Andrzej Wajda (f.1926), gjørdi í 2007.

Nýggjasti pólski filmur, sum á sama hátt lýsir fjald ættarbond millum fólk í samtíð og í farnari tíð, er “Ida” (Pawel Pawlikowski 2013). Vit eru í Póllandi í 1962. Foreldraleysa Anna, sum nunnurnar hava tikið til fosturs, er novisa á royndarskeiði, tí hon vil eisini verða nunna.  Men fyrst skal Anna tosa við Wandu, sum er einasti slektningur, ið enn er á lívi. Tá Wanda sigur Onnu frá, at hon varð fødd sum jødiska Ida, fer Anna at leita upp fjaldar loynidómar og søgan fær aðra vend. 


Umrøddu filmar og tilfar er í savninum hjá Námi, har til ber at spyrja og fáa góð ráð til undirvísing í og við filmi.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017