• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tá boðini verða undirskild

Í nøkrum stuttfilmum fara vit at hygga eftir lýsingum, ið eru um greið og ítøkilig evni. Evnini eru tanntráður, ið Tannlæknafelagið vil hava okkum at brúka, sushi, sum Stórigarður vil hava okkum at eta, tvær útlendskar lýsingar um at halda eitt blað og um at verða við í eydnuspæli, og um at halda hámarksferðina í bili eftir ráðum frá Ferðslutrygd. Í øllum førum verður spælt uppá kynsleiklutir, so boðin verða undirskild. Uppgávan er at kanna eftir, um hetta er effektivt og upplýsandi, ella um tað er niðurgerandi og fer um mark.

Eftir at hava hugt eftir báðum filmunum í felag, svara vit hesum spurningum:

Hvør er við í filmunum?

Hvar eru vit?

Hvat verður sagt í filmunum?

Um vit bara hoyra taluna og sløkkja fyri myndini, fáa vit so sama boðaskap um og fatan av lýstu vøruni? Roynið hetta, altso at sløkkja fyri myndini og bara hoyra ljóðið. Takið støðu til, hvat lýsingin spælir uppá, og metið um hetta er ein rættvís og erlig lýsing av vøruni, sum er til sølu, ávikavist tanntráður og sushi. Kann tað til dømis hugsast, at kvinnan og ikki vøran verður gjørd til søluvøru? Tosið um hetta og sigið tykkara meining.

Greiðið frá um estetikkin í filminum Ráa freistingin, t.e. hvussu ljós, litir, vinklar og onnur grafisk frásøgusnildi verða brúkt. Finn stuðul og inspiration við at hyggja eftir filminum Lost in Translation (Sofia Coppola, USA, Japan 2003).

Avsendarin er í hesum føri Stórigarður, sum ger sushi. Hvør annar er á marknaðinum við hesi vøru? Hevur tað nakran týdning fyri tónan í marknaðarføringini, at ein kappingarneyti longu er á marknaðinum?  

Metið í báðum førum um móttakaran, og hvør hann man vera. Takið støðu til, um tað man eydnast avsendaranum at fáa rætta móttakaran á tal við júst hesum báðum lýsingafilmum.

Gevið filmunum karakter.

Alt stendur í Ekstrablaðnum: 

Hyggið eftir hesum lýsingafilmi, sum Lars von Trier hevur gjørt. Hvør er avsendari og hvør er móttakari? Fer lýsingafilmurin um mark?

Eru aðrir útlendskir lýsingafilmar, sum brúka undirskilt boð? Hyggið til dømis eftir kynsbundnum lýsingum frá Oddset og Danske Spil, sum eru á YouTube, har kvinnur lurta eftir monnum, sum hyggja eftir fótbólti.

Í hesum stutta lýsingafilmi koyra vit í bili. Eygleið bilin og persónin, sum koyrir. Set orð á brúkta myndamálið. Lýs náttúruna, ljósið, litin og brúkta tónleikin. Er nakar annar bilur at síggja? Hvør er høvuðsleikari og hvussu er sambandið hjá honum við bilin? Hvørjir lutir eru mest sjónligir? Hvør er boðskapurin og hvør er avsendarin?

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017