• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um temasíðuna

Á temasíðuni eru slóðir til ymiskar hentleikar og amboð, ið kunnu brúkast í undirvísingini. Síðan er gjørd til framløgu í Norðurlandahúsinum í viku 44. Uppsetingin er gjørd við Padlet, og til ber at fylgja slóðunum við at trýsta á myndirnar og velja "View original".

Temasíðan er ætlað lærarum og næmingum í fólkaskúlanum.

Skúlin í netsamfelagnum

Í viku 44 í 2015 verður tiltakið "Skúlin í netsamfelagnum" í Norðurlandahúsinum. Regin Marnersson, stjóri í Námi, sigur m.a. soleiðis um tiltakið: Samtíðin setur støðugt strangari krøv á talgilda pallinum. Mangan verður sagt, at børnini eru framkomnari brúkarar enn tey vaksnu, sum so ella so eru um tey í gerandisívinum.

Tá talan eru um fakligar avbjóðingar, menning og at nýta mongu skíggjarnar sum verulig arbeiðsamboð, skortar við førleikum millum børnini og tey ungu í skúlaverkinum. Tí er neyðugt at styrkja førleikarnar hjá lærarum, so at mongu skíggjarnir kunnu gerast hent amboð ...les meira her

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017