• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Luttøka og kappingarreglur

LUTTØKA

Hevur tú hug at taka lut í talgildu filmskappingini?

1. Skráset teg til kappingina við at útfylla skjalið her
Tá ið kappingin byrjar 12. september, klokkan 17, verður evnisorðið avdúkað á snar.fo.

2. Luttøkuskjalið og lidni talgildi filmurin verða latin inn áðrenn hin 19. sept., kl. 17. her:
bestifilmurummalid2016@(if you can see this please update your browser)skulin.fo

3. TÚ ERT VIÐ Í KAPPINGINI UM 10.000 kr. Aftrat hesum verður eisini áskoðaravirðisløn
handað á tiltakinum hin 1. oktober, kl. 13-17 á Føroya Fólkahúskúla í Havn.


Kappingarreglur

HVØR KANN LUTTAKA?

Børn og ung í Føroyum í aldrinum 14 til 20 ár.
Einstaklingar, smærri bólkar ella heilir skúlaflokkar – alt eftir hvat passar tykkum best.

NÆR?

Undirevnið verður kunngjørt mánadagin 12. september, kl. 17, og kappingin heldur fram í eina viku, til og við mánadagin 19. september, kl. 17.

HVAT SKAL FILMURIN SNÚGVA SEG UM?

Filmurin skal snúgva seg um málið, eins og undirevnið eisini skal spæla ein leiklut. Evnið skal koma greitt fram í filminum.

HVUSSU VERÐUR BESTA FILMSBROTI FUNNIÐ?

Mett verður eftir uppfinnsemi, originaliteti og málsligum medviti.

HVAT SKALT TÚ GERA?

Upptøkutólið skal vera ein fartelefon, og ljós og ljóð skal bert vera natúrligt.
Longdin á filminum er í minsta lagi 1 minuttur og í mesta lagi 3 minuttir.
Upptøkurnar verða latnar inn talgilt á teldupost hjá málránum bestifilmurummalid2016@skulin.fo.

KUNNING

Samsvarar innihaldið ikki reglunum, tilskilar nevndin sær rætt til at taka filmin úr kappingini.
Filmurin skal vera framleiddur til endamálið og má ikki hava særandi innihald.
Luttakarar í filminum eiga at vera vitandi um og hava játtað, at filmurin kann verða lagdur út á netið. Tað er bert loyvi at brúka innihald (t.d myndir, tekstir, tónleik) frá øðrum, um tú hevur fingið loyvi til tað.
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til møguliga at velja eitt ávíst tal av filmum til atkvøðugreiðslu.

RÆTTINDI TIL MÁLRÁÐIÐ

Við at luttaka í kappingini gevur tú uttan fyrivarni Málráðnum loyvi til at nýta filmin í sínum arbeiði.

 

Spyr okkum um undirvísing

Nám er tænastustovnur fyri skúlaverkið. Til ber altíð at spyrja Nám og starvsfólkini, sum har eru, um móðurmálsundirvísing og slektaði viðurskfiti. Vit svara eftir førimuni. Góðan Móðurmálsdag, alt árið!

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017