• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Elsa við Á (1892-1975)

Elsa við Á er dulnevni hjá Petru Djurhuus 1892-1975, sum var dóttir Onnu Baia úr Havn og Petur F. Petersen á Botni í Nólsoy. Hon var útbúgvin savnvørður og íðin savnari fyri Forngripasavnið, sum var stovnað í 1916. Saman við manni sínum, H.A. Djurhuus, læt hon í 50-árunum stóra peningaupphædd, so tað bar til at byggja bátahøllina á Debesartrøð til Fornminnissavnið - har „Fróðskaparfelag" og seinni Fróðskaparsetur Føroya byrjaðu virkið sítt í Hans Andriasar stovu, sum Petra Djurhuus innrættaði. Hon skrivaði jólasøguna „Jól" og søguna „Bekka", sum lýsir lívssøguna hjá eini gamlari gentu í bóndasamfelagnum, og hon umsetti tveir leikir úr íslendskum eftir Jóhann Sigurjónsson, Fjalla Eivind og Galdra Loftur. Hon lýsti M.A. Jacobsen og virki hansara í Forngripagoymsluni í Varðanum, og hon skrivaði um føroyska klædnabúnan í bókaverkinum Føroyar bd. I, Kph. 1958. Hon savnaði og gav út Ritsavn I-VII við meginpartinum av tí, sum maður hennara hevði skrivað.

Skaldskapur:

 „Jól" Jól í Føroyum, 1934, bls. 19-20.

„Bekka" Varðin 1944, bls. 57-62.

 

Úr: Malan Simonsen (nú Marnersdóttir): Bylgjurnar leika í trá. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1992.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017