• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um barnakórstevnuna

Saman við nøkrum frískum, syngjandi og spælandi Kulum Rótum fara vit at bjóða lærarum og skúlabørnum til hugnaliga og kula barnakórstevnu í Klaksvík, leygardagin 27. apríl 2013.

Lagt verður upp til eitt stórt felags tiltak í badmintonhøllini, har nógv verður gjørt burturúr sjálvum pallinum, ljóðinum, at fríðka og pynta høllina og ikki minst at fáa sangin og tónleikin at ljóða av nógvum og góðum.

Málið er, at øll luttakandi og gestir úr øllum landinum fáa eina ógloymandi uppliving, føroyskum barnasangi at frama.

Ætlanin er eisini, at øll barnakórini fáa ymist littar blusur at upptraðka í. Hetta eisini sum eitt vakurt og sigandi minni fyri luttøkuna.

Í samband við kórstevnuna, sum hesaferð rakar ein tunnilsdag, verður nógv annað spennandi á skránni í Klaksvík, sum ivaleyst kann savna ta føroysku familjuna.

Kórini skulu møta í Skúlanum á Ziskatrøð leygarmorgunin kl. 10 til fyrireiking, upphiting, felags venjing, ljóðroynd og endaliga uppstilling. Kórstevnan bjóðar mat og drekka á staðnum. Ætlanin er at filma og banda konsertina, sum verður kl. 16.

Tað verða serliga børn úr 3. – 6. flokki, sum manna kórini.

Fyri at kórini skulu ljóma og hoyrast væl, so er umráðandi, at allir skúlar velja burturúr rúgvuni

4 - 6 sangir, har ávísu skúlarnir koma at fáa ein virknari leiklut.

Sanglærarafelagið vil so saman við kórleiðara og fyriskiparum leggja ein endaliga skrá, sum tekur fyrilit til einstøku kórini, tónleikabólkin, solistarnar og felagssangin.

Skúlarnir kunnu velja millum hesar sangir:

01: Hon er omma mín/ barnakór

02: Eg eigi vakrar dreymar/ Kular Røtur + barnakór

03: Ynskifløskan/ barnakór

05: Karin - barnakór

06: Líkagóð - barnakór

07: Túsund smíl/ Felagssangur

08: Abbabeiggi – barnakór

09: Kalla meg babe/ solistur + barnakór

09: Finn – Kular Røtur + felags

10: Minnist tú/ Kular Røtur + barnakór

11: Eitt hitt/ Kular Røtur, solistar + barnakór

12: Kingoson/ Kular Røtur + barnakór

13: Tíggju bibbur – Kular Røtur + barnakór

14: Vov Vov – Kular Røtur + solistar + barnakór

15: Vera – Kular Røtur + gentukór

16. Bilurin hjá okkum – Kular Røtur + dreingjakór

17: Vit orka – barnakór

So góðu sanglærarar!

Um tit hava ein flokk ella nakrar næmingar ( 3.-6.fl.), sum tit kundu hugsað tykkum at komið við til BKS 2013 í Klaksvík, so er bert at melda til hjá Føroya Sanglærarafelag: fslf@skulin.fo

Síðsta freist fyri tilmelding er 15. mars

Viðmerkið navn á skúla, tal av næmingum og navn á lærarum ella foreldrum, sum koma við

(1 lærari/ foreldur pr. 10 næmingar).

Tað er eitt krav, at lærarar/ foreldur eru til staðar allan dagin.

Flutningi til og úr Klaksvík standa tit sjálvi fyri.

Ljóðfílur til sangirnar og evt. stemmur eru tøk her á Snar. Sangirnir eiga at verða væl og virðiliga vandir soleiðis, at dagurin í Klaksvík verður nýttur til venjing saman við orkestri, uppstilling og ljóðroynd.

Við sangkvøðu

Føroya Sanglærarafelag

 

Tak niður tilfar

'Kular Røtur sangir' útsettir fyri...
10 sangir hjá Kulum Rótum útsettir fyri barnakór. Lærugrein: Tónleikur Aldurstrin: Upp itl 6. flokk Kjarnaøki: Tónleikaíðkan
Barnakórstevna 2013- Hoyr sangirnar
Her kanst tú hoyra sangirnar hjá Kulum Rótum, sum skulu syngjast á Barnakórstevnuni 2013. Steintór Rasmussen eigur orð og løg til sangirnar.
Tekstir til Barnakórstevnuna 2013
Tekstir til barnasangir eftir Steintór Rasmussen. Sangirnir eru lagdir á Snar í sambandi við barnakórstevnuna 2013.   Lærugrein: Tónleikur Aldurstrin: 1.-6. flokkur Kjarnaøki: Tónleikaíðkan
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017