• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sangtekstir

 

Vakrar dreymar

Eg eigi vakrar dreymar

Um ta  ríku verð

Eg takki fyri lívið

Mær varð givið her

Sum systrar og beiggjar

Góð vit eru við

Eru hesar oyggjar

Sum liggja lið um lið

 

Tær rópa 

Kom, kom, kom

Niðan fjøll út á fjørð

Hoyr fuglarnar syngja um lívið á jørð

Áin hon  teskar og blóman so frí

Fyllir títt sinni av ríkari tíð

 

Mín vinur sært tú landið og møguleikar her

Á, um eg vinni heimin,  tað dýrasta sum er

Í hjarta mínum kenslur, alt eg fekk og sá

Og síggi eg tað sama í tínum eygnabrá

 

Tað sigur kom, kom, kom; stevnið frítt avstað

Lívið er ein gáva; vit eiga hendan dag

Úr sjónum hetta landið,  okkum givið varð 

Frítt tað ert í Føroyum og gott hjá  tær og mær 

 

------

 

Karin

Kavin var júst bráðnaður, og sólin hugdi fram,

tann dagin, lítla Karin ein ring á vegnum fann,

ein ring við eini perlu, hon glað til húsa rann,

og mamma segði: Karin góða, hvør man eiga hann?

 

Karin spurdi genturnar og konur har umkring,

men eingin kundi kennast við henda vakra ring

við tí dýru perlu, sum hon á vári fann,

so mamman helt, Karin nú kundi eiga hann.

 

Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk

á tumlinum, og onkuntíð í hálsbandi hann hekk,

mamman segði: Karin góða, goym nú ringin væl,

tí tá tú verður størri, á ringfingur hann skal.

 

Tá Karin fylti seytjan, tá kom eitt fólk á gátt,

ein lítil gomul kona, og hárið tað var grátt,

hon segði: Góða genta, tú onga gávu fær,

í tíggju ár tú borið hevur gullringin hjá mær.

 

Eg einki vildi siga, tá tú ein dagin stóð

í gongini og spurdi meg so fitt og eygagóð

tú vísti mær á ringin, í tínum lógva lá,

men eisini dýrar perlur eg í tínum eygum sá.

 

Tú kanst leita víða eftir gulli, um tú vilt,

og savna alskyns prýði, stás og annað gylt,

tó ikki alt, sum glitrar, er eydnan her í verð,

men lívið er ein dýrgripur, vit sjálvi evna her.

 

------

 

10 bibbur

10 bibbur gingu ein túr, gingu ein túr, gingu ein túr

Men tann eina bibban var súr, ein lítil tá var súr


Vit tíma ikki  at fylgjast við tær, fylgjast við tær, fylgjast við tær

Fær tú heim og vaska tær, søgdu allar tær

 

Veitst hvat ið hendi tá, hvat segði tá, tann lítla tá

Um eg heim til húsa má, tit koma aftaná

 

Og so fóru allar tær,  allar tær,  til gongu har

Og tær fóru hosum úr og ongin tá var súr

 

------

 

Vit orka

Eg havi roynt at siga tað púra greitt og klárt

At oyðsla og at dálka tað er nakað lort

Men tað gongur nokkso illa

at fáa onnur at spara

 

Vit brúka nógva orku vit brúka nógvan streym

Vit kunnu broyta Føroyar, vit hava øll ein dreym

Men tað gongur nokkso illa

at fáa onnur at læra

 

Hvat skulu vit brúka meira av

Jú, brúka vit og skil

Tað er nakað vit kunnu oyðsla av

Tað er, ja tað er, ja tað er vit og skil

 

Frískir vindar strúka og ælið kennist vátt

Vatnið gevur orku og sólin nýggjan mátt

Vit kenna lívið streyma

og í ungum hjørtum er gleði

 

Vit tendra og vit sløkkja sum dagur og sum nátt

Brimið slær í klettin úr havið stígur brátt

Ljósið sum í allar tíðir

gevur okkum megi

 

------

 

Kalla meg Babe

Spyr meg ei um søgu

Ei um fólksløg á jørð

Eri púra blonk í máli

Í rokning eiðasør

Eg kenni ei Evropa

Og Føroyar illa nokk

Eg skrivi sum ein kráka

eg eri nummar sjokk

 

Eg tími ikki skúlan

Foreldur eru tóm

Útvarpið er rotið,

har er eingin vón

Systkin eru strævin

Eg fái andaneyð

Millum mínar vinir

eri eg okey

 

Eg kann syngja og dansa og liva so feitt

Millum vinir eri eg nummar eitt

Eg sjálv eri sakin, totalt up to date

í nýggjasta móta

tey kalla meg Babe

 

Um kvøldarnar eg kjatti

Har eg eri kend

Um mangt og hvat eg frætti

Hvat er in og hvat er trend

Hvat hittar og hvat rular

Hvør er kul, og hvat er hot

Hvat rokkar og hvat rular

Og hvat er megagott

 

------

 

Líkagóð

Tað eru nógv í flokkinum, sum eru  nokkso vill.

Í skúlanum tey halda gang og sita ikki still.

Tey prika teg í nakkan og gera løgin ljóð.

Og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

 

Smæra er so smæðin, hon ofta toyggið fær.

Eli kann forsova seg í viku ella tvær.

Rúna ræðist dreingir, hon rodnar og gerst flov,

og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

 

Brúsi hatar brúsuna, og Poula pyntar seg.

Av sveitta og perfumu ofta luktar langan veg.

Fía hevur frøknur, veit alt og er so fró.

Og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

 

Olli skilur onki, Kristina er so klók.

Baldur hevur lisið manga stóra, tjúkka bók.

Dávur hann er dovin, men hann dugir tó,

og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

 

Børn, ið brúka brillur, myrkhærd ella bleik, 

plússað høvd og purlur, miðal, kløn og feit.

Í bláum og í brúnum eygum er ein glóð,

og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

 

Tað er ein fínur flokkur, sum eg gangi í.

Øll eru líka løgin, spyr meg ikki hví.

Lærarin hann sigur, í skúlanum er lóg.

Øll eru nakað serligt, øll eru líkagóð!

Eru líkagóð!

 

------

 

Eitt hitt

Har úti segði vindurin vetrinum farvæl.

Hann leikti og gav íblástur til sang og gittarspæl

Av ungum varrum duttu orð, frá hjartanum eitt lag.

Lat heimin geva pláss til øll og kærleika hvønn dag.

 

Pápin spurdi dreingin, hvør átti hendan song.
Hvør skrivaði tey orðini, tey elska vildi mong.

Og mamman sat í stovuni og hugdi út á vág.

Hon murra kundi sangin, hann fremst í huga lá.

 

Í hjartanum ein sangur á varrunum eitt.

Lat heimin geva pláss til øll og kærleika hvønn dag.

 

Drongurin hann vandi nógv, í studio fekk tíð.

Lagið, tað var givið út, tað fór um bygd og bý.

Sangurin fekk veingir, um landið var eitt hitt.

Tey hvítu kundu syngja við og eisini svørt og litt.

 

Í hjartanum ein sangur, á varrunum eitt lag.

Lat heimin geva pláss til øll og kærleika hvønn dag.

  

Tá foretin helt talu, milliónir lýddu á.

Tá samrøðan hon var liðug, ein sangur hoyrdist tá

Børn í øllum aldri sum sungu sama lag.

Lat heimin geva pláss til øll og kærleika hvønn dag.

 

------

 

Hon er omma mín

Ommur siga søgur og bjóða børnum bomm.

Mín hon snakkar mest um Harley Davidson.

Á síni motorsúkklu buldrar hon framvið.

Og børnini tey siga, hon er einki ommulig

Men /: hon er omma mín :/

 

Gamlir menn teir tosa um útróður og jørð.

Abbi mín keypti sær eitt trummusett í fjør.

Eisini ein gittar, hann smíða vil eitt hitt.

Og børnini tey siga, tað er einki abbaligt.

Men /: hann er abbi mín :/

 

Mammur vaska klæði og baka onkuntíð.

Tá vit sparka fótbólt, mamma vil uppí.

Hon rópar og hon skumpar, er nokk so ógvislig

Og børnini tey siga, hon er einki mammulig

Men /: hon er mamma mín :/

 

Nógvir pápar fiska, pápi byggir um.

Kjallarin skal verða akvarium.

Gongur millum krabbar, fluguskáp og blikk.

Og børnini tey siga, tað er einki pápaligt.

Men /: hann er pápi mín :/

 

------

 

Bilurin hjá okkum

Bilurin hjá okkum var í bløðunum í gjár.

19.000 krónur, hann er 23 ár.

Spildurnýggjar viskarar og tvey reservahjul.

Bilurin er reyður, tann eina hurðin gul.

 

Bilurin hjá okkum var ofta fyrr til sýn.

Politistarnir í býnum kenna allir pápa mín.

So snakka teir um útstøtið, um ljós og róðurslør.

Eg haldi ikki pápi, hann kann vera ein og hvør.

 

Bilurin hjá okkum hann steðgar upp viðhvørt.

Pápi hevur sjálvur nýggjar nummarplátur gjørt.

Lummalyktir framman og aftan endurskin.

Ein dunk vit hava standandi, mangla vit bensin.

 

Frá bilinum hjá okkum kemur gangur og nógv os.

Og mamma mín hon sigur, hann er blivin fólkatos.

Og børnini í býnum hava mangan bilin elt.

Eg vóni ikki, at pápi okkar fína bil fær selt.

 

Bilurin hjá okkum var í bløðunum  o.s.fr.

 

------

 

Hundur mín Kingoson

Í morgun eg við hundinum fór djóralæknan til.

Kingoson er gamal og hevur mist sítt skil.

Hann hoyrir ikki postboðið, kettur fáa frið,

tá hann tekur móti mær, ei halin letur við.

 

Djóralæknin spurdi um aldur og um kost.

Um hann hyggur eftir tíkum og dámar Pedda Post.

Frá baklabba til snúta kannaður hann varð,

læknin gav sær góða tíð, so kom hetta svar.

 

Hundur tín er gamal, hevur gikt og nýrastein,

men á Argjum er júst opnað eitt djóraellisheim.

Útfyll hesi pappír, og hundur tín fær song.

Eg haldi ikki bíðitíðin, hon kann vera long.

 

Eg aftur fór til húsa og Kingoson við mær,

og tríggjar vikur seinni á ellisheim hann bar.

Mín gamli, sløvi vinur við labbanum nú kom.

Eg vitji teg hvønn sunnudag, mín góði Kingoson.

 

Nei, ikki skal eg gloyma teg, besti vinur mín.

Og eisini onkran seinnapart, eg hyggi inn til tín.

So ganga vit ein góðan túr og minnast farna tíð.

Tá vit spældu bólt á bønum og beistaðust í líð

 

------

 

Finn

Finn hevur stolið ein slikkipinn

Men tað er ikki loyvt at stjala

Tí tá ið man tekur ein slikkipinn

So skal mann jú eisini betala

 

Nú hevur hann goymt seg, hvar er Finn

Hví er hann ei saman við vinum

Hann krógvar seg og ongin sleppur inn

Hann er bangin fyri politinum

 

Finn Finn Finn kunnu vit koma inn

Ella kom kom kom út at spæla

Tú skalt leggja aftur tín slikkipinn

Og ongantíð aftur stjala

 

Finn Finn Finn kunnu vit koma inn

Ella kom kom kom út at spæla

Tú skalt leggja aftur tín slikkipinn

Og ongantíð aftur stjala

Og ongantíð aftur stjala

Og ongantíð aftur stjala

 

------

 

Ynskifløskan

Eg havi savnað fløskur eitt ótal er av teim

Tær rekast um alt landið og einaferð var ein

Hon sjáldsom var av liti av glasi og av skap

Og á tí runda hálsinum ein løgin proppur sat

 

Eg tók ta góðu fløsku upp í mína hond

Og tá eg rykti proppin av til sjóndar kom ein ond

Á,  takk tú góða barnið tú bjargað hevur mær

Ynskir trý tú eigur eg alt kann geva tær

 

Skal eg velja súkklu ella skjótan hest

Eitt teppi sum kann flúgva, hvat tørvar mær nú mest

At duga væl at rokna, at síggja babba meir

At ongin aftur argar, mín hundur ikki doyr

 

Nei, ei er lætt at vita, hvat skal eg ynskja mær

Um friður er í heiminum, og trygt hjá mær og tær

Um ynski eitt er eftir, lat onkran fáa tað

Sum er í neyð og vónar, at fáa hjálp í dag

 

------

 

Minnist tú

Minnist tú tá vit í fyrsta klassa fóru

Vit stóðu har í garðinum millum øll tey stóru

Vit runnu glað og róptu og onkur spældi býtt

Alt var tá so spennandi og fyri okkum nýtt

 

Túsund ting at læra, bókstavir og tøl

Hundrað góðir sangir og fleiri stuttlig spøl

Tað eru nógvar løtur, um eg kundi talt

Vininir í skúlanum eru næstan alt

 

Vit hava góðar tímar men strævið eisini er

Men so ringir klokkan aftur út í fríkvarter

At gera okkurt annað at sparka hoppa band

Ella bara hvíla seg og lesa Anders And

 

Túsund ting at læra,  bókstavir og tøl

Hundrað góðir sangir og fleiri stuttlig spøl

Tað eru nógvar løtur, um eg kundi talt

Vininir í skúlanum eru næstan alt

 

Minnist tú í klassaveitslum tá vit fegin sungu

Árini tey ganga, skjótt eru vit tey ungu

Hanga út við vinum við buksum niður á reyv

Práta enn um skúlan og hvat av okkum bleiv 

 

------

 

Vov vov

Eg gangi runt í býnum sum eitt  ólukkudýr 

Í skrellispannini  er bert papír

Eg kenni ikki pápa mín eg veit hann eitur Per

Eg veit heldur ikki hvør mamma mín er

Eg eri ein hundur og eg eiti Snar

Góðu tit øll hjálpið nú mær

Vov vov  vov vov  vov vov  vov vov

Vov vov  vov vov  vov vov  vov

 

Tað kemur ein maður og tekur meg við

Koyrir meg í ein stóran bil

Hann startaði motorin og koyrdi avstað

Hvar fara vit kanst tú siga mær tað

 

Vit fóru inn í eitt hús, har lá ein lítil mús

nógvir hundar og bølamyrkt

tá vit komu inn bleiv tað púra kvirt

 

Eg bleiv koyrdur inn í eitt búr, aftan fyri ein múr

Nógvir hundar og bølamyrkt

Tá vit komu inn bleiv tað púra hvirt

 

Eg eri ein hundur og eg eiti Snar

Góðu tit øll hjálpið nú mær

                

Vov vov o.s.fr.    

 

------

 

Túsund smíl

Fólk við hesar strendur

gloyma klokkutíð.

Tá sól á himli stendur

hægstu summartíð.

 

Børn í hesum landi

gloyma tíð og stað.

Spæla frítt á sandi                     

og millum húsa glað.

 

Jørðin hon melur

um sólina á ferð.

Tað er best í Føroyum,

tá sól og summar er.

 

Liva nú í løtuni

gloyma songartíð.

Barnaspøl á gøtuni,

í haganum og líð.

 

Túsund smíl vit fáa,

Hvar bleiv tíðin av?

Í vøkrum sólarroða

fer dagurin í kav.

 

Jørðin hon melur..........

 

------

 

Vera

Vera hon er vell, ja, Vera hon er vell.

Tað hevur hon altíð verið.

Og tí er tað gott, ja tí er tað gott,

At vit nú vinkonur eru.

 

Vera hon er smart, ja, Vera hon er smart.

Vit herma allar eftir henni.

Eg eri tí so glað, eg eri tí so glað,

At eg hana so væl kenni

 

Ongin er sum hon,

ongin er sum hon.

Tá ið vit klandrast, havi eg gron

 

Vera hon er pen, ja, Vera er pen.

Og kanska eitt sindur forherðað.

Men tað man vera gott, tað man vera gott.

Gott at vera Vera

 

Vera hon er klók, Vera hon er klók.

Hon vil tí bestemma tað mesta.

Men tó haldi eg, tó so haldi eg,

at Vera er tann allarbesta.

Vera hon er frí, Vera hon er frí.

Allarbest at dansa og syngja.

So spyr meg ikki hví, spyr meg ikki hví.

Hon biður meg vitja ella ringja

 

------

 

Abbabeiggi 

Tað kom ein fínur maður til okkara í gjár

í hatti og í sólbrillum við stórari sigar.

Í oyrunum, á fingrunum, í smílinum var gull.

Ikki hyggja so, segði mamma loyndarfull.

 

Sum ungur fór at sigla, og eingin Jói sá.

Tá langabbi var níti, kom bræv úr USA.

Øll prátaðu um Joi, um hansar dollargrín.

Nú situr hann í stovuni, abbabeiggi mín.

 

Hoyr, mín lítli vinur, if you come with me,

Í Amerka, is so much, tú burdi see.

 

I have my egna flogfar og seglskip very fine,

Ramblerbilin kennir tú, tann verksmiðjan is mine.

Við hús I have a swimmingpool, no children, onga wife.

Too busy var at giftast, I have a pragtfult life.

 

Tá eg fór til songar, ei blund í eygað fekk.

Eg spældi film í Hollywood, í Disneyworld eg gekk.

At grava eftir gulli við abbabeiggja má.

Rúmdarferð til mánan, eg skal til USA.

 

Tak niður tilfar

'Kular Røtur sangir' útsettir fyri...
10 sangir hjá Kulum Rótum útsettir fyri barnakór. Lærugrein: Tónleikur Aldurstrin: Upp itl 6. flokk Kjarnaøki: Tónleikaíðkan
Barnakórstevna 2013- Hoyr sangirnar
Her kanst tú hoyra sangirnar hjá Kulum Rótum, sum skulu syngjast á Barnakórstevnuni 2013. Steintór Rasmussen eigur orð og løg til sangirnar.
Tekstir til Barnakórstevnuna 2013
Tekstir til barnasangir eftir Steintór Rasmussen. Sangirnir eru lagdir á Snar í sambandi við barnakórstevnuna 2013.   Lærugrein: Tónleikur Aldurstrin: 1.-6. flokkur Kjarnaøki: Tónleikaíðkan
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017