Skip to main content

Fólkaskúlin í web 2.0 tíðarhvarvi

Zenia Christensen, lærari og skúlabókavørður á Løgstrup skúla

Vit liva í einum tøkniligum heimi, og tað er heilt natúrligt, at næmingarnir brúka teir

møguleikar, sum miðlarnir hava at bjóða. Tí kunnu vit ikki bara seta forboð fyri at

brúka sosialu miðlarnar í undirvísingini.

At duga at samskifta á rættan hátt er ein lærutilgongd, sum ikka bara kann verða løgd

á foreldrini at taka sær av. Hetta er ein undirvísingarábyrgd. At duga at vera vandin og at bera seg ábyrgdarfult at á sosialu miðlunum kemur ikki bara av sær sjálvum. Tað er okkara uppgáva sum undirvísarar at læra næmingarnar tað.

Stutt eftir, at mínir næmingar byrjaðu í 6. flokki, setti eg í verk ein serligan politikk viðvíkjandi tí at brúka tøkniligu møguleikarnar. Í mínum tímum var loyvt at brúka iPad/teldil og fartelefon/snildfon. Treytin var bara, at nýtslan hevði við undirvísingina at gera. Sjálvt hugskotið, at lata næmingarnar brúka síni egnu tól, var í veruleikanum einfalt, tí allir mínir næmingar høvdu snildfon, fleiri teirra enntá nýggjari og betri enn mína, og fleiri høvdu egnan teldil (sum eisini var við í taskuni, tí tey spæla spøl í fríkorterinum).

Hugsanirnar aftan fyri hesa nýggju tilgongdina til miðlar hava støði í fleiri viðurskiftum, t.d. námsfrøðiligum

samrøðum við lærarar við hægri útbúgvingar, sum kundu siga mær, hvussu teir stríddust fyri at varðveita fakliga áhugan hjá næmingunum í kapping við áhugan fyri sosialu miðlunum (eitt nú Facebook, bloggum og tílíkum), umframt einum stubba í sjónvarpinum um, hvussu illa børn duga tað góða online-samskiftið.

Til undirvísing - ikki til undirhald

Sjálv eri eg sannførd um, at tilboðið hjá sosialu miðlunum ikki bara er eitt upplop, men nakað, sum okkara børn mugu liva við í framtíðini. Tí hugsi eg, at web 2.0 í lærutilgongdini er rætti vegurin fram, heldur enn líkasæla og forboð. Tí valdi eg at práta við flokkin, hvussu og nær snildfonir og teldlar vóru amboð, sum kundu eiga sín natúrliga part í undirvísinini. Sama við sosialu miðlunum, t.d. Wiki og kjatt.

Árini frammanundan hevði eg roynt at lagt næmingunum lag á at brúka skipanina Elevintra, men dugdi væl at síggja og hoyra, at hetta ikki eydnaðist væl. Næmingarnir vildu heldur brúka sms, Instagram og um leið helvtin eisini Facebook at samskifta á. Eisini vildi eg fegin læra tey í størri mun at taka ábyrgd fyri egnari læring, ábyrgd fyri bólkaarbeiði og vinaligum samskifti á netinum. Harumframt kendist tað sum, at stundir aldri vóru í tímunum til alt tað, sum eg hevði ætlanir um, og tí hevði eg ikki hug til eisini tíma eftir tíma at siga teimum, at fartelefonirnar skuldu beinast burtur, nær tær kundu vera frammi og at næmingarnir støðugt komu at spyrja meg um loyvi at brúka ymsu tøknina í undirvísingini. Harafturímóti vildi eg fegin, at tey lærdu seg at brúka snildfonirnar og teldlarnar sum rættilig amboð at fáa størri vitan til at koma víðari við onkrari uppgávu, tá ið tey høvdu trupulleikar, heldur enn at spilla tíðina burtur við at sita og bíða eftir, at eg kundi hjálpa teimum.

Miðlar hugfanga næmingarnar

6. B hevði frammanundan ávísa venjing í at brúka snildfonir sum amboð í undirvísingini, tí flokkurin hevði áður arbeitt við at gera video, í sambandi við stuttar filmar (’lummafilmar’), evnismetingar og hugtaksmetingar, tónleikavideo, wikiuppsløg o.a. Tey vórða ofta biðin um at taka snildfonina fram til eitt ella annað endamál og tey vóru von at síggja meg brúka snildfon, iPad ella teldu í undirvísingini.

Harafturat hevði eg varnast, at tey beinanvegin løgdu størri áhuga fyri dagin, so skjótt elektronisku miðlarnir vórðu brúktir í undirvísingini. Serliga minnist eg eina tilgongd. Evnið var yrkingar. 6. B hevði longu í 5. flokki arbeitt við yrkingum, har ið eg hevði tikið fram tekstir úr kendum nútíðarsangum. Í hesum sambandi hoyrdu og sóu næmingarnir videoløg á YouTube. Henda tilgongdin varð endurtikin við 6. árgangi, har lærararnir í donskum samstarvaðu um at seta saman eina undirvísingargongd í longri tíðarskeið við tekstum úr nútíðartónleiki, YouTube, heilt vanligum og siðbundnum yrkingum og at enda í egnum tekstum og video í tvørfakligum samstarvi við tónleik. Í arbeiðinum við yrkingum hevði eg áður sæð, at tað kann vera trupult at halda áhuganum føstum, serliga hjá dreingjunum, men við at flyta útgangsstøðið burtur frá yrkingasavninum sum fysisk bók til YouTube merkti eg ein nógv størri áhuga og eldhuga, har ið tað at lesa yrkingar frá 1800-árunum gjørdist lættari at fáast við, tá ið tað varð sett í samband við nýggjar tekstir, t.d. hjá Nik og Jay.

Miðlar skifta virki

Kl. 7.50 møta allir flokslærarar í miðdeildini i egnum flokki. Undirvísingin byrjar kl. 8.00. Oftast eru einir 4-5 av mínum næmingum komnir í flokshølið, tá ið eg komi inn í hølið. Nakrir dreingir liggja í pútuhorninum og hyggja saman at onkrum á snildfon ella teldli. Tað kann vera eitt spæl, teir fáast við, ella ein nýggj tónleikavideo, eitt íkast á onkrum sosialum miðli, ella kanska okkurt, sum teir sjálvir hava lagt út. Nakrar av gentunum sita á einum av borðunum og hava eisini telefonirnar frammi. Tað er eitt svøvntungt aftursvar eg fái, tá ið eg biði góðan morgun, men so skjótt eg havi tikið mína egnu telefon ella iPad fram (tey eru altíð á borðinum framman fyri mær), kemur lív í tey og tey hava eitthvørt at vísa mær, eitt nýtt spæl, nýtt videolag ella okkurt annað. Tað góða sambandið er knýtt, longu áðrenn eg eri til reiðar at undirvísa.

Kl. 8.00 eru øll hini eisini komin, og eg sigi teimum, at tímin er byrjaður. Fartelefonir og iPaddar verða ikki beind burtur, tí nú eru tey ikki bara undirhaldsamboð, men undirvísingaramboð. Allir morgnar byrja við einari lesiløtu, har allir næmingar lesa í 20 minuttir. Tað kunnu vera bókmentir, tey sjálv hava valt, ella okkurt lærararnir í flokkinum hava valt fyri tey eftir fakligum tørvi. Ein næmingur hevur tá ofta iPaddin frammi, tí hann lesur eisini onkuntíð e-bøkur.

Kl. 08.20 fara vit í holt við danskt.

Fartelefonin er til arbeiðis

Bara ein føst regla er: Tú gert einki við slíkt privat, sum kemur í telefonina, ella sum hevur við tína frítíð at gera. Hetta er ein tilgongd og eitt arbeiðslag, sum verður bygt upp yvir langa tíð. Og ja, tað er trupult at halda fingrarnar frá boðum ella myndum á Snapchat, sum kom mitt í tímanum. Broytingin er, at har sum næmingar fyrr sníktu seg út á vesið við fartelefonini ella hildu eyga við, hvar eg (lærarin) var í flokshølinum, so tey kundu lúra eftir, hvør ið skrivaði, ella um okkurt spennandi var komið, so verða tey nú sitandi í tí arbeiðsstøðu, tey eru í.

Miðlar skapa læring og ábyrgdarfullar næmingar

Nógvir næmingar duga anno 2015 væl at fáast við teldur, snildfonir og teldlar, tá ið talan er um sosialar miðlar sum Instagram, Twitter, Facebook og allahanda møguleikar sum YouTube, iTunes, Moviemaker og onnur kreativ rúm. Møguleikarnir at greiða visuelt frá onkrum eru óendaligir, og netið kemur støðugt við nýggjum uppskotum. Sosialu miðlarnir eru partur av gerandisdegnum hjá næmingunum, og eg haldi, at tað er okkara uppgáva sum lærarar at geva næmingunum amboðini og førleikarnar at fáa sum mest gagn úr sosialu miðlunum. Tað er okkara (lærarans) ábyrgd, at skipa fyri og at uppbyggja neyðugu fatanina, so næmingarnir verða førir fyri at brúka hesi amboð best møguligt. Gevast vit at stara okkum blind í tí, at sosialu miðlarnir eru av tí ónda, og í staðin taka útgangsstøði í tí at síggja miðlarnar sum eitt kreativt rúm, sum vit lærarar hava fingið sum gávu, eru framúr møguleikar at skapa læring og at styrkja førleikarnar. Vit skulu sambært felagsmálunum hjálpa næmingunum at kunna taka lut í sosialum tilgongdum, duga at finna og deila upplýsingar við onnur, brúka multimodalar miðlar og at vera dugnaligir samskiftarar.

Harafturat standa kt og miðlar í einfaldaðu nýggju felagsmálunum sum tvørgangandi evni í fólkaskúlanum, og er tað tí upp til einstøku lærugreinina eisini at fáa hetta at vera ein part av ársætlanini.

1. Næmingurin sum vandin kannari

2. Næmingurin sum greinandi móttakari

3. Næmingurin sum miðvísur og skapandi framleiðari

4. Næmingurin sum ábyrgdarfullur luttakari. (www.emu.dk/modul/it-og-medier-0)

Tað eru ikki hissini krøv, sum verða sett.

Evnið er samskifti á netinum

Í Løgstrup skúlanum í Viborg eru vit 3 lærarar, sum undirvísa 6. árgangi í donskum. Vit arbeiða í hesum

trimum flokkum við talgildum miðlum, har dentur verður lagdur á sosialu miðlarnar sum talgilt amboð.

Arbeitt verðir t.d. við videoeftirmeting, har faklig mál verða eftirmett gjøgnum videoupptøkur av næmingunum, skúlabloggum, multimodalum miðlar o.ø. Tá ið vit sóu, hvussu nógv sms, Instagram, Snapchat og onnur sosial rúm fyltu í gerandisdegnum hjá næmingunum, valdu vit at taka støði í hesum og valdu at brúka hesar miðlar sum eina læristøðu. Didaktikkin hugsaðu vit so inn í eitt miðlagjørt og talgilt samfelag. Evnið gjørdist internetið og sosialir miðlar og við denti á samskifti umvegis netið.

Rolluspæl um happing

Tilgongdin varð í høvuðsheitum grundað á læruportalin Danskfaget.dk og Skoletube. Fakligu málini fyri tilgongdina skuldu vera:

- Næmingarnir skulu hava kunnleika til, hvat sosialir miðlar eru.

- Næmingarnir skulu vera førir fyri at skilja, hvørjar fylgjurnar kunnu vera av at siga sína hugsan á sosialum miðlum.

- Næmingarnir skulu kunna brúka internetið at deila upplýsingar við onnur.

Eftir eitt felags prát um, hvat sosialir miðler eru, varð árgangurin blandaður tvørtur um floksmørkini, og tey skuldu so í bólkum viðgera, hvussu tey brúktu online samskiftið. Her brúktu vit upplegg og uppgávur frá Danskfaget.dk. Stutt sagt tók uppleggið støði í teimum positivu og negativu viðurskiftum, talgilta samskiftið hevur við sær, og eisini tí veruleika, at “12% av øllum donskum børnum og ungum hava verið fyri happing á neti ella fartelefon” (Danskfaget.dk). Við hesum vóru vit í einum veruleika, sum viðkom næmingunum. Við rolluspølum skuldu næmingarnir taka støðu til tvístøður, sum kundu koma í sambandi við online samskifti. Hesin parturin endaði við einum kjaki um, hvørjar loysnir kundu fremja positiva ávirkan á samskifti, og hvørjar loysnir heilt kundu spilla spælið. Orsøkin, at vit valdu at arbeiða við rolluspølum, var, at vit vildu hava fram í ljósið, at samskifti á sosialum miðlum kann skapa støður, sum ikki fremja góðan felagsskap. Tí var umráðandi at tað vóru næmingarnir, sum settu orð á, hvørjar góðar loysnir kundu vera, hvat vánaligt online samskifti var, og hvat kundu verða gjørt í støðu við vánaligum samskifti.

Góðir tøkniligir førleikar

Eitt dømi kann vera, at Ása sá, at Búi skrivaði negativar viðmerkingar um hana á Instagram. Búi

hefti eina mynd av Ásu við, har hann skrivaði, at Ása luktaði og var býtt (nøvnini eru tilvildarliga

vald). Her talaðu vit um, hvønn tey kundu venda sær til, tá ið slíkt vánaligt samskift tók seg upp (foreldur,

lærarar, vinir). Hvussu tú sum góður vinur kanst hjálpa bæði Búa og Ásu at sleppa burtur úr slíkum. Her nevndu næmingarnir ymsar møguleikar, t.d. at tosa um støðuna við okkurt vaksið fólk, at taka frástøðu frá slíkum aburði og ikki at gera viðmerkingar til slíkt og ikki deila tað við onnur.

Eftir eitt felags byrjanarupplegg fyri allan árgangin fór arbeiðið fram í egnum flokkum, har ið Skoletube-amboðið Pixton varð tikið við á arbeiðið við at gera plakatir um gott online samskifti. Úrslitið varð gjørt

sjónligt við at plakatir vórðu hongdar upp ymsastaðni í øllum skúlanum.

Næmingarnir hava góðar tøkniligar førleikar. Tey vita longu væl, hvar og hvussu tú tøkniliga skrivar og

røkir eitt samband við onnur á einum sosialum miðli. Tað hava tey lært í frítíðini, annaðhvørt gjøgnum

eldri systkin, vinir, foreldur ella í øðrum sosialum samanhangi. Tað er tí ikki her, at stóru avbjóðingarnar

hjá einum vegleiðara eru. Okkara uppgáva sum vegleiðarar er at ávísa, hvussu stóran týdning eitt einstakt orð ella tekn kann hava.

Á felags fundi fyri øll tóku vit upp hetta prátið, hvussu ein setningur kann broyta innihald við at nýta smileys. Næmingarnir nevndu t.d. setningin: “Nær kemur tú?” sum dømi. Setningurin kann tulkast ákærandi,

um tú ert í ringum lag, men verður eitt smiley skoytt upp í endan, kann hann eisini verða fataður sum ein positiv viðmerking sum t.d. “Eg gleði meg, til tú kemur”.

Vitanardeiling í bloggheiminum

At enda skuldu næmingarnir ígjøgnum lærutilgongdina at deila upplýsingar. Hetta varð skipað soleiðis, at hvør næmingur skuldi skriva egnan blogg (skúlabloggur á Skoletube.dk). Her vóru nógvir næmingar á heimavølli. Fleiri vistu væl, hvat ein bloggur var, og hvussu hann kundi sniðgevast. Fleiri lósu bloggar hjá øðrum, og ein av gentunum í mínum flokki hevði egnan blogg. Teir næmingar, sum frammanundan einki vistu um bloggheimin, fingu her vegleiðing frá floksfeløgum sínum. Næmingarnir royna tað, at hjálpa hvørjum øðrum, og vit, sum eru lærarar, kunnu brúka tíðina at vegleiða, har ið mest er brúk fyri tí. Afturat hesum er at nevna, at næmingar, sum í gerandisdegnum kanska ikki eru so væl fyri, nú kunnu fáa ein øðrvísi leiklut, har teir hava avgerandi ávirkan á tøkniliga partin, so at uppgávan kann eydnast. Næmingarnir síggja eisini læraran í øðrvísi leikluti, har hann ikki nýtist at vera alvitandi, og har teir í staðin kunnu fáa gagn av vitanini hjá floksfeløgum sínum. Hetta ger, at vit sum undirvísarar ikki einans nýtast at brúka tíðina at undirvísa í amboðum, men meiri til at vegleiða og styðja nýtsluna av sosialu miðlunum. Og tað er jú tað, sum hevur týdning í hesi tilgongdini. Vit fáa tíð til og møguleika fyri at vegleiða næmingarnar í, hvussu ein bloggur kann verða brúktur til at deila vitan, til umhugsan og kjak. Í hesum sambandi verður arbeiðið viðvíkjandi góðum online samskifti aftur drigið inn í undirvísingina. Talað verður um hvat vit skriva, hvussu og hví vit skriva soleiðis, og hvørjum endamáli bloggurin tænir.

Við tað, at talan er um eina floksverkætlan, skulu ALLIR næmingar koma í samband við bloggarnar hjá hinum. Ein av uppgávunum verður, at øll skulu fylgja bloggunum hjá hinum, allar vinaumbønir skulu verða játtaðar, og øll skulu til komandi tíman hava gjørt minst eina viðmerking til bloggarnar hjá floksfeløgunum. Soleiðis skal eingin sita við kensluni av at vera uttanfyri í hesi lærarastýrdu tilgongdini.

Betri nyttu av web 2.0

Nú vit eru 2/3 inni í skúlaárinum, havi eg bara eina ferð lagt hald á eina telefon, tí Instagram var ikki partur av arbeiðsuppgávuni, sum genturnar sótu við. Við tí er als ikki sagt, at tað er einasta ferðin, at fakliga stavnhaldið er flutt til fríkortersundirhald í mínum tímum. Tá ið eg nú eftirmeti mínar næmingar, hoyri og síggi eg, at fleiri teirra hava fingið góðar arbeiðsvanar viðvíkjandi tí at duga at deila upplýsingar gjøgnum sms, leinki og myndir gjøgnum Instagram og bloggar, og at tey duga betur við frítíðarpartinum, sum ger, at tað er í lagi at bíða við at lesa ella hyggja at tí, til fríkorter er. Trøini vaksa tó ikki inn í himmalin, og neyðugt er alla tíðina at fylgja hesum upp, at eftirmeta og samrøða um tað góða online samskiftið. Tað fara altíð at vera næmingar, sum hava brúk fyri nógvari hjálp í hesi lærutilgongdini, og løtur fara at koma, tá ið mínir

næmingar eisini fara at síggja okkurt slag av vánaligum online samskifti. Við at leggja dent á hetta økið

og við at taka web 2.0 inn í undirvísingina, hugsi eg, at næmingarnir fara at síggja, at tað verður lættari at

fáa tað góða samskiftið at virka, at tey fáa størri gagn av teimum møguleikum, web 2.0 hevur at bjóða, og

at tey, sum frá líður, fara at duga betur at hugsa og at bera seg at, tá ið ræður um fakligt tilfar og egna

lærutilgongd.

Pól Jespersen hevur týtt greinina ’Folkeskolen i en web 2.0 tid’ úr ’Sociale medier i skolen’, Liv i skolen 2/2015.