• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Á Savnsfagnaðinum er opið:

Mánadag 15. okt  – fríggjadag 19. okt

Kl. 11 – 16

Á savnsfagnaðinum er hálvt atgongugjald á Føroya Sjósavni.
Vaksin (15+) 20 kr
Børn (5-14 ár) 10 kr

Hini søvnini hava ókeypis atgongd.

Savnsfagnaðurin 2012

Søvnini skipa aftur í ár fyri Savnsfagnaði. Evnið hesaferð er “aldur”.

ES hevur lýst árið at vera “Evropaárið fyri virkna aldran og samstøðu millum ættarliðini”.

Ætlanin er í ár, at savnsfagnaðurin skal vera bæði fyri børn og eldri.

Munandi broytingar eru gjørdar í ár í mun til árini frammanundan. Náttúrugripasavnið hevur ikki longur framsýningar á Debesartrøð. Í staðin eru Fornminnissavnið, Náttúrugripasavnið og Jarðfeingi saman um Savnsfagnaðin í Hoyvík. Bæði framsýningarnar í Brekkutúni 6 og Útisavnið í Hoyvík verða nýtt. Í Brekkutúni eru framsýningarnar tillagaðar Savnsfagnaðin, meðan í Útisavninum er tiltakið fyri ein part uttandura.

Í Listasavninum og Sjósavninum eru tiltøkini í framsýningunum, har tey plaga at vera.

Plakat at skriva út

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017