• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Listasavnið

Listarligir verkstaðir og uppgávur

Spennandi tiltøk á Savnsfagnaðinum á Listasavni Føroya.

Tiltøkini eru fimm í tali, eitt fyri hvønn dag á ársins Savnsfagnaði. Fýra av teimum eru listarlig verkstøð og eru í eldra partinum av Lista-savninum, meðan tað fimta er ein frágreiðing um standmyndirnar í Viðarlundini. 

Tiltøkini verða kl. 11-12 og so aftur kl. 13-14. 

Eisini eru uppgávur við spurningum um fimm andlitsmyndir, ið allar eru av eldri fólki. Hesar eru í forhøllini í Listaskálanum og eru allar dagar millum kl. 11 og 16.

Skrá

(Tak skránna niður sum pdf)

Mánadagin 15. oktober (Tak uppslag niður sum pdf)
Ávakstaprent
Ger títt egna prent av ávøkstum

Týsdagin 16. oktober (Tak uppslag niður sum pdf)
Andlit úr leiri
Ger eitt andlit úr leiri

Mikudagin 17. oktober (Tak uppslag niður sum pdf)
Tekna eftir standmyndum
Tekna eina vakra standmynd

Hósdagin 18. oktober (Tak uppslag niður sum pdf)
Ger títt egna prent
Rist linjur í eina plátu og prenta

Fríggjadagin 19. oktober (Tak uppslag niður sum pdf)
Standmyndirnar í Viðarlundini
Uppliva standmyndirnar í Viðarlundini

 

 
Á Savnsfagnaðinum er opið:

Mánadag 15. okt  – fríggjadag 19. okt

Kl. 11 – 16

Ókeypis atgongd.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017