• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sjósavnið

Evnið í ár er ALDUR, so umframt vanligu framsýningina hava vit í ár gjørt nakað við aldur hjá fiski og nøkrum skeljadýrum.

Við at kanna nitrur ella roðslu, fæst at vita aldur á fiski.

Telur tú árringar í skeljum, fært tú eisini aldurin á djórinum.

Finn út av, hvat fiskaslag eigur hvørjar nitrur?

Tel árringar og finn út av, hvussu gamal fiskurin er

Eisini er ein framsýning við gomlum og nýggjum veiðiamboðum og veiðiførum.

Vit kryvja og kanna, hvat er innan í einum fiski.

Hvønn dag uml. kl. 14 verður ein framløga -

Hvønn dag uml. kl. 15 verður ein tónleikaframførsla .

Nærri skrá verður lýst seinni.

 
Á Savnsfagnaðinum er opið:

Mánadag 15. okt  – fríggjadag 19. okt

Kl. 11 – 16

Á savnsfagnaðinum er hálvt atgongugjald á Føroya Sjósavni.

Vaksin (15+) 20 kr

Børn (5-14 ár) 10 kr

Savnsfagnarmappan fæst til sølu fyri 20 kr

 

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017