Mánadag 13. okt – fríggjadag 17. okt
Kl. 11 – 16
Á savnsfagnaðinum er hálvt atgongugjald á Føroya Sjósavni.
Vaksin (15+) 20 kr
Børn (5-14 ár) 10 kr
Hini søvnini hava ókeypis atgongd.
Ferðing til oyggjar. Lívið á oyggjum. Seyðahald. Savnsfagnaðurin í heystfrítíðini á Tjóðsavni, Listasavninum, Sjósavninum og SMS er fjøllbroyttur og bjóðar nakað til øll børn og barnsligar sálir.
Heystfrítíðin er í durðum, og tað merkir, at vit gleða okkum til eina viku við savnsfagnaði. Stóra evnið í ár er OYGGJALAND. Hvussu liva vit í oyggjalandinum, hvussu ferðast vit higar, hvussu finnur fuglur so fjarskotnar oyggjar, list á oyggjum, lív í sjónum, seyður og fletting. Øll tey stóru søvnini í Havnini bjóða til savnsfagnað um oyggjalond. Vitji Tjóðsavn í Hoyvík, Listasavnið og Sjósavnið mánadag 13.oktober til fríggjadag 17.oktober frá kl 11 til 16.
Sum nakað heilt nýtt bjóðar SMS til heystfagnað við hópin av tiltøkum á torginum fyri ung og gomul.