• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fyri børn og vaksin í heystfrítíðini

Fyri skúlaflokkar 18. - 22. oktober

Felags evnið í 2010 er eygleiðing

Í viku 42 eiga skúlarnir tíð, frá 18. til 22. oktober. Tað eru aftur hesa ferð 4., 5. og 6. flokkarnir, sum høvuðsdenturin verður lagdur á. Tá ið flokkarnir koma at vitja framsýningarnar, fáa teir rundvísing, og uppgávur vera at loysa bæði sum flokkur ogsum einstaklingar.


Í fjør vitjaðu gott 1000 skúlabørn í skúlavikuni, og vóru bæði lærarar og næmingar sera væl nøgd. Plakat at heingja upp í skúlunum kann heintast her. Fullteknað er aftur í ár, og hesferð eru aftur 4., 5. og 6. flokkarnir, sum eru bodnir til savnsfagnað.

16.09.2010
Læruríkar eygleiðingar - Savnsfagnaður 2010
Nú ber til hjá skúlaflokkum at tekna seg til Savnsfagnaðin. Tekningin verður send við telduposti til lms@lms.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. september.
15.09.2010
Tekna tað tú sært og ikki tað, tú heldur teg síggja!
Undir hesi yvirskrift bjóðar Listasavn Føroya skúlaflokkum at njóta ein tíma á savninum saman við savnslæraranum Oggi Lamhauge. Savnsfagnaður fyri skúlaflokkar verður í vikuni eftir heystfrítíðina frá 18. til 22. oktober.
08.06.2010
Skúlakapping
Í samband við at ST hevur lýst 2010 at vera altjóða ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, fara vit at skipa fyri kappingum fyri næmingum í 1.-7. flokki, við tí endamáli at varpa ljós á lívfrøðiligt marfeldi. Talan er um 2 sløg av kappingum: Ein fyri 1.-3. flokk og ein fyri 4.-7. flokk.
03.06.2010
Savnsfagnaður verður aftur fyri skúlar í heyst
Í heyst verður – eins og undanfarin ár – Savnsfagnaður á teimum fýra stóru søvnunum í Havn: Náttúrugripasavninum (Jarðfeingi), Sjósavninum, Listasavninum og Fornminnis-savninum. Í heystfrítíðini verður opið fyri almenninginum og í viku 42 eiga skúlarnir tíð 18. til 22. oktober.
Vitja hesi søvn
Aðrir fyrireikarar
Samband

Hevur tú ein fyrispurning, send ein teldupost til snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

09/15/10

Tilfar frá Listasavninum

Undanfarin ár

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017