• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tilgongdin í skrivikappingini

Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám skipa fyri skrivikapping millum allar 9. floks næmingar í landinum.

Flokkar melda til kveikingardagin í seinasta lagi november 2013.

Kveikingardagur verður í Norðurlandahúsinum 24.01.14, har 5 rithøvundar hava verkstovur. Hvør rithøvundur hevur 2 verkstovur á 1½ tíma – allir næmingar fara til 2 ymiskar. Sí tilmeldingarskjal.

Eftir kveikingardagin verða 3-5 føroyskttímar settir av til innleiðandi skriviarbeiði, har lærarin kann vegleiða og geva góð ráð. Annars skal næmingurin skriva sjálvur.

Næmingar lata tekstir inn í seinasta lagi kl. 08.00 tann 17. februar 2014. Teksturin verður sendur digitalt til skrivikapping2014@(if you can see this please update your browser)skulin.fo. Tit kunnu senda fleiri tekstir inn til kappingina, men teir skulu sendast hvør sær.

Allir næmingar í 9. flokki fáa eina stevnu á FirstClass-skriviborðið, sum eitur Skrivikapping 2014. Stevnan verður klár eftir 24. januar 2014, og hon verður latin aftur 17. februar kl. 8.

Tað er eingin treyt, at flokkurin hevur verið við í Norðurlandahúsinum ella havt kreativa skriving á skránni í skúlanum – einhvør næmingur í 9. flokki kann senda tekst inn!

Ein dómsnevnd finnur 4 vinnaratekstir umframt 18-20 tekstir til ein bókling, sum Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út. (Í dómsnevndini verða umboð úr Rithøvundafelagnum, Móðurmálslærarafelagnum, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. Nám hevur talurætt/eygleiðarastatus í hesum sambandi).

Virðislønarhandan (og ‘bókaútgáva’ ) á bókadegi í Norðurlandahúsinum 5. apríl 2014.

1. og 2. virðisløn er skriviskeið á Biskops Arnö í Svøríki summarið 2014 við 1250 kr. í lummapengum.
3. og 4. virðisløn er eitt árshald í Bókaklubbanum UNG.

Sí annars faldaran og www.snar.fo/skrivikapping2014.

Ivamál og spurningar kunnu sendast til Rakel Helmsdal, rakel@(if you can see this please update your browser)helmsdal.fo ella Solveig Debess, solveig@(if you can see this please update your browser)nam.fo.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017