• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tilgongdin í skrivikappingini

Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám skipa fyri skrivikapping millum allar 9. floks næmingar í landinum.

Flokkar melda til kveikingardagin í seinasta lagi fríggjadagin 16. januar 2015.

Kveikingardagur verður í Norðurlandahúsinum mánadagin 26. januar 2015 kl. 9 - 15, har fýra rithøvundar hava verkstovur. Hvør rithøvundur hevur eina verkstovu, har nomið verður við eitt evni innan skaldskap, t.d. hvussu ein persónur verður bygdur upp og lýstur. Hvør verkstova verður um 45 minuttir, og øll fara til allar verkstovurnar.

Møguliga fer flokkurin at seta kreativa skriving á skránna nakrar tímar eftir kveikingardagin, har lærarin kann vegleiða og geva ráð. Men tað er næmingurin, sum skrivar tekstin!

Næmingar lata tekstir inn í seinasta lagi kl. 08.00 tann 2. mars 2015. Teksturin verður sendur talgilt til skrivikapping2015@(if you can see this please update your browser)skulin.fo. Tit kunnu senda fleiri tekstir inn til kappingina, men teir skulu sendast hvør sær.

Allir næmingar í 9. flokki fáa eina stevnu á FirstClass-skriviborðið, sum eitur Skrivikapping 2015. Stevnan verður klár eftir 26. januar 2015, og hon verður latin aftur 2. mars kl. 08.00.

Einhvør næmingur í 9. flokki kann senda tekst inn! Tað er eingin treyt, at næmingurin hevur verið við í Norðurlandahúsinum ella havt kreativa skriving á skránni í skúlanum.

Ein dómsnevnd finnur fimm vinnaratekstir umframt 10-15 tekstir til ein bókling, sum Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út.
Í dómsnevndini verða umboð úr Rithøvundafelagnum, Móðurmálslærarafelagnum, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. Nám hevur talurætt/eygleiðarastatus í hesum sambandi.

‘Bókaframløga’ og handan av vinningum verður á altjóða bókadegi, 23. apríl, á Býarbókasavninum í Havn. Nærri verður lýst seinni.

1., 2. og 3. vinningur er skriviskeið á Biskops Arnö í Svøríki summarið 2015 við 1250 kr. í lummapengum.
4. og 5. vinningur er eitt árshald í Bókaklubbanum UNG.

Sí annars faldaran og www.snar.fo/skrivikapping2015.

Ivamál og spurningar kunnu sendast til Rakel Helmsdal, rakel@(if you can see this please update your browser)helmsdal.fo ella Solveig Debess, solveig@(if you can see this please update your browser)nam.fo.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017